? Hetta er ein lítil kollvelting

Nógv bendir nú á, at tað hereftir er lagt upp til rættiliga prískapping á flogrutuni millum Føroyar og Danmark. Í gjár gjørdi Finnbogi Arge, landsstýrismaður av at ganga einum ynski hjá Maersk Air á møti. Felagið bað um loyvi til at kunna lækka prísirnar á Føroyarutuni nú undan páskum og seinni eisini. Tað er danska ferðslumálaráðið, sum skal góðkenna prísirnar, men mannagongdin hevur verið tann, at tað fyrst spyr seg fyri hjá føroyskum ferðslumyndugleikum.

Brævið frá Vinnumálastýrinum til Ferðslumálaráðið er soljóðandi:

?Med henvisning til korrespondance vedr. Maersk Air´ ansøgning og godkendelse af påske- og forårs-kampagnepriser på ruten mellem Færøerne og Danmark, skal hermed meddeles, at Finnbogi Arge, erhvervsminister, kan tilslutte sig en godkendelse af kampagnepriserne.?

Stjórin í Maersk Air, Ole Dietz, er sera fegin um nýggjasta útspælið frá føroyskum myndugleikum. -Hóast hetta er tað vit høvdu roknað við, so er tað ikki sørt av eini minni kollvelting eisini.

Ole Dietz staðfestir, at man nú hevur tvey feløg, sum røkja føroyaflúgvingina, tvey feløg, sum eru heilt óheft av hvørjum øðrum og nú eisini sæð í relatión til myndugleikarnar. Tað ger, at feløgini nú frítt kunnu disponera, og tað heldur hann vera sera positivt, eisini fyri Atlantic.

Stjórin í Maersk Air vísir á, at skipanin higartil hevur verið stýrd. Nú eru so tikin stig til broytingar, sum hann eisini heldur vera náttúrligt, tí einki stendur í stað. Hann skilur eisini væl, at hetta kemur eitt sindur óvart á kappingarneytan. Men í síðsta enda heldur hann, at hetta eisini fer at gagna tí føroyska flogfelagnum.

Fyrr hava feløgini avtalað kampanjuprísir. Við av-gerðini hjá Finnboga Arge er tað nú upp til bæði flogfeløgini at tillaga seg til útboð og eftirspurning. Tað gevur størri fleksibilitet og má eisini geva betri útboð til ferðafólk. -Man kann væl siga, at hetta er ein kollvelting, men tað kollveltandi liggur í tí, at nú verður ein meira liberal støðutakan til viðurskiftini. Tað merkir so, at tað nú eisini kemur ?action? aftanfyri orðini, tí bæði her og eisini í Føroyum hevur tað verið nógv tosað um liberalisering. Og nú hava vit so eitt av úrslitunum.

Ole Dietz vil ikki her og nú lova nakað. -Tað veldst um útviklingin. Vit skulu eisini reka eina forrætning.

Hann vísir annars aftur úttalilsunum hjá stjóranum í Atlantsflogi um, at prísirnir eru órealistiskir og at meta sum dumping. -Skilja bæði feløgini at kappast uppá ein fair hátt, so kann eg ikki síggja tað øðrvísi enn, at hetta eisini verður ein fyrimunur fyri Atlantic. Her mugu vit eisini hugsa um tann økta eftirspurningin, sum helst fer at verða á rutuni í framtíðini.

Ole Dietz sigur, at við útspælinum frá landsstýrinum í hondini fara teir nú eisini at hyggja at møguleikanum fyri at bjóða føroyingum bíligar pakkaferðir til onnur lond.

Hvørja viðmerking hevur Maersk-stjórin til teir føroyingar, sum bera ótta fyri, at frí prískapping skal taka grundarlagið undan Atlantsflogi og harvið seta Maersk - við AP Møller samtakinum í rygginum - í aftur sína gomlu monopolstøðu?

-Lat meg fyrst siga, at Maersk Air rekur sína egnu forrætning. Vit hava ikki nakran aftanfyri okkum,ið kann hálpa, um vit koma í trupulleikar. Um onkur heldur hetta hevur so stóran týdning í hesum máli, so kann man væl eisini siga, at Atlantsflog hevur føroyska landskassan aftan fyri seg.

Ole Dietz leggur aftrat, at teir hava ongar visiónir um, at hetta skal vera tann stóri, sum kvalir tann minna. ?Atlantic kan godt selv, det har de jo bevidst? sigur Ole Dietz, sum ikki er ikki minsta iva um, at tað er pláss fyri tveimum flogfeløgum á Føroyarutuni.

Stjórin í Atlantsflog segði við útvarpið í gjár, at avgerðin hjá Vinnumálaráðharranum møguliga var ikki umhugsað nóg væl. Hann setti spurnartekin við framtíðar gongdina hjá Atlantsflogi og ávaraði móti eini gongd,ið kann taka grundarlagið undan føroyska felagnum, og at vit enda aftur í eini monopolstøðu.