? Hetta kom óvart á meg

? Fyri nøkrum fáum døgum síðani hevði eg ikki droymt um, at eg skuldi spæla landsdyst ímóti Skotlandi í september, sigur nýggja trumfkortið á føroyska fótbóltslandsliðnum

Tað munnu vera fáir føroyingar, sum hava givið sær far um navnið Christian Lamhauge Holst.
Í øllum førum til nú.
Men hetta verður øðrvísi komandi dagarnar, tí í gjár var hálvi føroyingurin tikin út til føroyska fótbóltslandsliðið, og meðan spælarar og onnur standa sum kánus, tá ið tey hoyra navnið á nýggja landsliðsspælaranum, so er okkurt sum bendir á, at her er talan um góðan styrk til álopsspælið á landsliðnum.
Christian Holst Lamhauge er 21 ára gamal álopsspælari. Í summar skifti hann frá Svendborg, har hann var toppskjútti, til 2. deildarfelagið Lyngby, har nú er toppskjútti.
Hann er ein maður, sum dugir at gera mál, men hann sigur seg vera fullkomnan tiknan á bóli av úttøkuni til føroyska landsliðið.
? Eg havi hitt Henrik Larsen í Lyngby, og tað eru bara einar tvær vikur síðani, at hann fekk at vita, eg eri hálvur føroyingur. Leygardagin ringdi hann til mín og segði, at hann kom at hyggja eftir mær í dystinum sunnudagin, greiðir Christian Lamhauge Holst frá.

Fantastiskt
Sunnudagin spældi Lyngby ímóti Dalum, og Christian Holst lat ongan iva vera um sína støðu, tá ið hann tíðliga í dystinum legði Lyngby fram um 1-0.
Hetta var triðja málið hjá honum í trimum dystum fyri Lyngby, og sambært heimasíðuni hjá felagnum, so var nýggi føroyski landsliðsspælarin aftur hesaferð eyðsýntur á liðnum. Lyngby vann dystin 3-2.
? Sunudagin ringdi Henrik Larsen aftur til mín og segði, at hann fór at taka meg út til føroyska landsliðið. Hetta kemur óvart á meg, men tað er fantastiskt, sigur hann.
? Tað hevur gingið sera skjótt seinastu tíðina. Eg eri júst komin til Lyngby at spæla, og nú eri eg úttikin til føroyska landsliðið. Hetta er spennandi, og eg ætli mær at gera alt fyri at vinna fast pláss á føroyska landsliðnum.

Gott at breða til
Mamma Christian Lamhauge Holst er føroysk, men hon hevur búð uttanlands, síðani hon var 18 ára gomul. Berghild Lamhauge, sum er gift einum dana, er dóttir Jenny og Christian Eli Lamhauge í Havn.
Mammubeiggi nýggja føroyska landsliðsspælaran er ein tiltikin fótbóltsspælari. Eyðfinn Lamhauge var ein av profilunum á unglingaliðnum hjá HB, sum vann FM í 1967, og árið eftir kom hann á fyrsta sinni á 1. lið í HB. Eyðfinn var skilagóður spælari, sum spældi í vinstru síðu, og hann var ein av berandi kreftunum á HB-liðnum, sum vann FM í 1971, 1973, 1974 og 1975.
Christian Holst Lamhauge hevur búð øll árini í Danmark, og hann tosar danskt. Hann er uppvaksin á Thurø, sum liggur uttanfyri Svendborg, og har hevur hann eisini spælt til í summar, tá ið hann flutti til Sælands at spæla fyri Lyngby.
Yrkisfótbólturin í Lyngby fór fyri bakka fyri einum ári síðani, og tí eru eingir sáttmálaspælarar í felagnum. Christian Holst er vikarur í einum skúla og frítíðarheimi í Lyngby, og hann spælir fótbólt í frítíðini.
Og í fótbóltsspælinum gongur tað so væl, at hann nú er tikin út til føroyska landsliðið til dystin ímóti Skotlandi 6. september.