Innocents" avmyndar Heródes kong, sum gav boð um at drepa øll nýborin dreingjabørn, so hann á tann hátt kundi beina fyri Jesusi. Til fyri stuttum hevur verið hildið, at tað var Jan van der Hoecke, sum málaði málningin [...] sum varð seldur í New York fyri 44 milliónir pund. Leiðslan í Sotherby-uppboðssøluni hevði væntað at fáa millum fýra og seks milliónir pund fyri málningin, men tá uppboðshaldarin sló hamaran í borðið [...] málningin, men nýliga staðfest Sotherby-serfrøðingurin George Gordon, at tað er Peter Paul Rubens, sum hevur málað hann. Tað gjørdi hann millum 1609 og 1611.
Norðsjónum, undir Íslandi og í Grønlandi. Tá hann fekk sær konu og børnini fóru at koma, legðist hann upp á land og fór undir at smíða. Fekk sær tekniska útbúgving og starvaðist í seksti- og sjeytiárunum sum [...] ari. Sum tann hegnismaður hann er, kom mangt vælaverk frá hansara hond. Í áttatiárunum fór heilsan at bila. Hann fall tó ikki í fátt, men fór undir innrammingarvirki. Í Rammukjallaranum í Jónas Broncksgøtu [...] í SMS, sum mong vilja minnast. Í dag býr Petur í Struer við hin vakra Limfjørðin. Ikki er óvanligt at síggja Petur á ferð í náttúruni við skitsublokkinum undir armi. Við ynski um framhaldandi mong góð
millum bestu liðini í landinum. Onkur vil kanska halda, at tað hava tær verið allatíðina, men tað kann ikki dyljast, at liðið hevði stórar trupulleikar at byrja við.Leygardagin var Fleyr á vitjan í Klaksvík [...] bara 26-24, so hóast Mjølnir sum væntað vann og framvegis nærkast toppinum, so vísti dysturin eisini, at Fleyr ikki skal undirmetast, sjálvt um tær eru aftast í deildini.
stovninum verða at taka sær av íbúgvunum og gera annað arbeiðið í heiminum. Í lýsingini eftir fólki verður dentur lagdur á, at umsøkjararnir skulu hava vitan um økið og eru áhugaðir í at útbúgva seg meira [...] verða tey fyribilssett við fólki við øðrum førleika. Umsóknarfreistin er 20. september, og ætlanin er at manna størvini frá 1. januar næsta ár.
Petur Mohr, virkisleiðari, sigur, at óstøðuga veðurlagið, sum var herfyri, gjørdi, at fleiri virkir lógu at kalla í fiskaloysi í eina tíð eftir.- Men nú er aftur fiskur á marknaðinum, og sum skilst, hava [...] er orsøkin til fallið í toskaprísinum, men tað hevði hann einki beinleiðis boð uppá. - Tað er rætt, at prísurin á toski er fallin nakrar krónur í seinastuni, sigur hann.
næstan øll at bíða. Hóast myrkrið og óvissuna sótu áskoðarnir trúgvir í ein heilan tíma og bíðaðu eftir endanum. Ljósið kom tó at enda aftur og leikararnir fingu spælt henda skemtiliga leikin at enda. Havnar [...] túsund áskoðarar hava nú verið í Sjónleikarhúsinum til skemtileikin ?Renn fyri vívinum?. Og sigast má, at væl hava áskoðarnir tikið móti leikinum, summi hava havt ilt í búkinum av berum látri, tá tey eru komin
verður stór gospelkonsert í ítróttarhøllini í Runavík. Á konsertini fara bólkarnir I Am og MMM at spæla, umframt at kórið Vox eisini verður við I Am er helst fremsti gospelbólkurin í landinum júst nú. Bólkurin [...] Føroyar tónleikakappingini, og hann vann innleiðandi umfarið, sum var á Strondum. 21. apríl fer bólkurin at kappast við sjey aðrar bólkar í stóru Prix-finaluni. I Am gav ein vælumtókta fløgu út í fjør, og sangurin [...] Vox er mannað við ungum sangarum úr Eysturoynni. Talan er um eitt rútmiskt kór, sum hevur tónleikarar at spæla undir. Konsertin verður leygarkvøldið klokkan 22.30. Atongumerki kunnu keypast við dyrnar.
til, um nøkur vón skuldi vera at vinna gullið. Og hetta krav varð uppfylt. Fleyr hevur í ár ikki givið Mjølni ta stórvegis mótstøðuna, men leygardagin noyddu tær tó Mjølnir at taka eitt time-out í fyrsta [...] setti, men restina av dystinum var tað tó Mjølnir sum var við yvirlutan. Tær vunnu 3-0, og nú var bara at bíða eftir, til dysturin í Vágunum millum Drátt og Fossanes skuldi enda, tí hesin var byrjaður hálvan [...] skifti í triðja setti, tá støðan í Vágunum var 13-14, men endin var, sum tað framgongur aðrastaðni, at Dráttur vann 3-0, og harvið endaðu steypavinnararnir í ár og Føroyameistararnir frá seinasta ári á
Jónsson, og ikki kann sigast annað enn, at tað eru vøkur orð, sum Todi fær við sær frá fyrrverandi stórspælaranum. - Í vinstru síðu er Todi Jónsson, sum umframt at vera ein góður bóltspælari og sera skjótur [...] Laudrup, um Todi hevði verið eitt evni til danska landsliðið, um hann hevði loyvi at spæla á hesum, svarar hjálparvenjarin, at tað hevði hann avgjørt verið. - Heilt víst. Tað vildi ein og hvør verið, sum kann
gjøgnum Europa í 1957. "Visti tú" at tað einaferð tók ímillum seks vikur og tríggjar mánaðar at framleiða ein bil. Um Jólaskipið og Flaggdagskoyring. Hetta og mangt annað er at lesa í Tíðindaskrivinum Ellisakfør [...] Poulsen greiðir frá um sín Chevrolet Styline frá 1952. "Numm-arplátur eftir egnum ynski", nú ber til at fáa eftirgjørdar svartar nummarplátur til ellisakførini. "Søgan um ein Rolls Royce í Havn, har Meinhardt