Tíðindaskrivið Ellisakfør á øllum Shellstøðunum

Nýggjasta útgávan av Tíðindaskrivinum Ellisakfør verður ein av komandi døgunum at fáa á Shellstøðunum kring landið.

 

Blaðið er 32 síður við áhugaverdum greinum og hópin av myndum.

Í blaðnum sum liggur á øllum Shellstøðunum er nógvar áhugaverdar greinar, sum t.d. "Úr Botnisku víkini til Vatnsoyrar" har Hans Elmar Poulsen greiðir frá um sín Chevrolet Styline frá 1952. "Numm-arplátur eftir egnum ynski", nú ber til at fáa eftirgjørdar svartar nummarplátur til ellisakførini. "Søgan um ein Rolls Royce í Havn, har Meinhardt Arge hugleiðir um Óla Jákup Christiansen sum átti dýrasta bilin í verðini, ein Rolls Royce sum kom higar til lands í 1934, eisini sigur hann frá hvussu teir lappaðu dekkini við breddboltum. Áhugaverdar gamlar myndir úr Fuglafirði, Havn og Vági. Eisini er 3.partur av eini ferðafrásøgn hjá Thomas Michael Smith um ein túr gjøgnum Europa í 1957. "Visti tú" at tað einaferð tók ímillum seks vikur og tríggjar mánaðar at framleiða ein bil. Um Jólaskipið og Flaggdagskoyring. Hetta og mangt annað er at lesa í Tíðindaskrivinum Ellisakfør sum kostar kr.20,- í leysasølu.