Nýggjur fjeppari

Todi Jónsson hevur fingið ein nýggjan fjeppara, og hesin er eingin annar enn Michael Laudrup

 

Útisetar


Í danska Ekstra-blaðnum mánadagin er ein grein, har blaðið hevur biðið hjálparvenjaran hjá danska landsliðnum, Michael Laudrup, tikið eitt danskt útisetalið út. Hetta er so eitt lið, sum verður mannað av útlendsku leikarunum í superliguni.


Todi á miðjuni

Á vinstra miðvallarplássi hevur Laudrup sett Toda Jónsson, og ikki kann sigast annað enn, at tað eru vøkur orð, sum Todi fær við sær frá fyrrverandi stórspælaranum.

- Í vinstru síðu er Todi Jónsson, sum umframt at vera ein góður bóltspælari og sera skjótur eisini hevur góðan fysik í ein móti einum støðum. Hann er ein ógvuliga fullkomin spælari.

Tá blaðið so spyr Michael Laudrup, um Todi hevði verið eitt evni til danska landsliðið, um hann hevði loyvi at spæla á hesum, svarar hjálparvenjarin, at tað hevði hann avgjørt verið.

- Heilt víst. Tað vildi ein og hvør verið, sum kann skapa so nógv sjálvur. Hann hevði heilt víst kunna spælt á fleiri landsliðum, sigur Michael Laudrup um føroyska álopsessið, sum altso er miðvallari í Danmark.