Gospelbrak í Runavík

Stór gospelkonsert verður í Runavík leygarkvøldið


 

Leygarkvøldið verður stór gospelkonsert í ítróttarhøllini í Runavík.

Á konsertini fara bólkarnir I Am og MMM at spæla, umframt at kórið Vox eisini verður við

I Am er helst fremsti gospelbólkurin í landinum júst nú. Bólkurin er við í Prix Føroyar tónleikakappingini, og hann vann innleiðandi umfarið, sum var á Strondum. 21. apríl fer bólkurin at kappast við sjey aðrar bólkar í stóru Prix-finaluni.

I Am gav ein vælumtókta fløgu út í fjør, og sangurin Willy vs. Jesus hevur seinastu vikurnar ligið ovast á føroyska PopTop listanum hjá Útvarpinum.


Eisini kór

Bólkurin MMM hevur eisini roynt seg í Prix Føroyar kappingini í ár. Bólkurin er úr Vágum, og royndi seg eisini í innleiðandi umfarinum har.

Hóast framførslan var góð, náddi bólkurin ikki víðari til finaluna.

Gospelkórið Vox er mannað við ungum sangarum úr Eysturoynni. Talan er um eitt rútmiskt kór, sum hevur tónleikarar at spæla undir.

Konsertin verður leygarkvøldið klokkan 22.30. Atongumerki kunnu keypast við dyrnar.