Misjavnar vikur á Eiði

Á Norðís Seafood á Eiði var turt gólv í síðstu viku, men hesa vikuna hevur aftur verið nóg mikið av ráfiski inni, og útlitini fyri komandi viku eru góð.

Petur Mohr, virkisleiðari, sigur, at óstøðuga veðurlagið, sum var herfyri, gjørdi, at fleiri virkir lógu at kalla í fiskaloysi í eina tíð eftir.- Men nú er aftur fiskur á marknaðinum, og sum skilst, hava flestu virkir vælat gera.
Virkini, sum samstarva við Norðís Seafood um eitt nú keyp av fiski, eru Vestís í Sørvági og Sammut í Klaksvík.
- Í Sørvági og í Klaksvík, har virkini virka saltfisk, var heldur frægari við ráfiski í síðstu viku, tí teir dagar, tá ið tað viðraði, kom væl av útróðrarfiski uppá land, sigur hann.
Norðís Seafood keypir meginpartin av ráfiskinum um uppboðssøluna.

Toskurin bíligari
Sum nevnt í aðrari grein, er toskurin fallin nakað í prísi í seinastuni, men eingin vil líka sum viðganga, hví so er.
Vit spurdu Petur Mohr, um lækkaði saltfiskaprísurin er orsøkin til fallið í toskaprísinum, men tað hevði hann einki beinleiðis boð uppá.
- Tað er rætt, at prísurin á toski er fallin nakrar krónur í seinastuni, sigur hann.