Týskvøldið varð málningurin "The Massacre of the Innocents" seldur á teirri kendu Sotherby-uppboðssøluni í London fyri 49,5 milliónir bretsk pund ella milliónir krónur. Harvið er hann dýrasti málningur, sum nakrantíð er seldur á einari uppboðssølu. Tað gamla metið átti ein málningur hjá van Gogh, sum varð seldur í New York fyri 44 milliónir pund.
Leiðslan í Sotherby-uppboðssøluni hevði væntað at fáa millum fýra og seks milliónir pund fyri málningin, men tá uppboðshaldarin sló hamaran í borðið, var boðið komið upp á 49,5 milliónir pund. Tað var ein privatur savnari, sum keypti.
Málingurin "The Massacre of the Innocents" avmyndar Heródes kong, sum gav boð um at drepa øll nýborin dreingjabørn, so hann á tann hátt kundi beina fyri Jesusi.
Til fyri stuttum hevur verið hildið, at tað var Jan van der Hoecke, sum málaði málningin, men nýliga staðfest Sotherby-serfrøðingurin George Gordon, at tað er Peter Paul Rubens, sum hevur málað hann. Tað gjørdi hann millum 1609 og 1611.