Søkja eftir fólki til nýggja bústovnin

Nú verður søkt eftir fólkum at manna størvini á nýggja bústovninum og sambýlinum í Klaksvík

Klaksvík: Tað verða brúk fyri 13 starvsfólkum til Bústovnin og Sambýlið á Mýrivegi í Klaksvík. Hetta er nýggjur stovnur, sum verður tikin í nýtslu eftir ársskiftið.

Stovnurin er bústaður í tveimum eindum. Bústovnurin verður heim hjá fýra dreingjum við autismu, og í sambýlinum skulu seks vaksin menningartarnað fólk búgva.

Søkt verður eftir 10 fólkum til tænastumannastørv og eftir trimum hjálparfólkum. Hetta verður gjørt treytað av góðkenning frá Fìggjarmálastýrinum.


Útbúgvið fólk

Uppgávurnar hjá arbeiðsfólkunum á nýggja stovninum verða at taka sær av íbúgvunum og gera annað arbeiðið í heiminum. Í lýsingini eftir fólki verður dentur lagdur á, at umsøkjararnir skulu hava vitan um økið og eru áhugaðir í at útbúgva seg meira.

Bert tey, sum hava námsfrøðisligt prógv ella líknandi útbúgving, kunnu søkja tænastumannastørvini. Um ikki nóg nógv útbúgvið fólk er til hesi størv, verða tey fyribilssett við fólki við øðrum førleika.

Umsóknarfreistin er 20. september, og ætlanin er at manna størvini frá 1. januar næsta ár.