Flogbóltur
Byrjanin uppá kappingina var vánaligari, enn hon nakrantíð hevur verið. Men eftir tríggjar ósigrar á rað er tað nú blivið til tríggjar sigrar á rað til kvinnuliðið hjá Mjølni, sum nú aftur er millum bestu liðini í landinum.
Onkur vil kanska halda, at tað hava tær verið allatíðina, men tað kann ikki dyljast, at liðið hevði stórar trupulleikar at byrja við.Leygardagin var Fleyr á vitjan í Klaksvík, og tær vórðu sendar heim aftur við einum 3-0 tapi. Ikki tí, úrslitið 3-0 sigur kanska ikki alt um dystin, tí tvey av settunum vóru ógvuliga tøtt.
Tað fyrsta endaði 25-23. Í tí næsta var munurin størri, 25-14, men eisini triðja sett bleiv ómetaliga spennandi. Tað vann Mjølnir eisini, men bara 26-24, so hóast Mjølnir sum væntað vann og framvegis nærkast toppinum, so vísti dysturin eisini, at Fleyr ikki skal undirmetast, sjálvt um tær eru aftast í deildini.










