Fleyr ? Mjølnir 0 - 3
Flogbóltur , kvinnur
Kravið til Mjølnir leygardagin var greitt ? ein 3-0 sigur skuldi til, um nøkur vón skuldi vera at vinna gullið.
Og hetta krav varð uppfylt.
Fleyr hevur í ár ikki givið Mjølni ta stórvegis mótstøðuna, men leygardagin noyddu tær tó Mjølnir at taka eitt time-out í fyrsta setti, men restina av dystinum var tað tó Mjølnir sum var við yvirlutan.
Tær vunnu 3-0, og nú var bara at bíða eftir, til dysturin í Vágunum millum Drátt og Fossanes skuldi enda, tí hesin var byrjaður hálvan tíma seinni.
Ringdu ofta
Mjølnirleikararnir vóru títtar í fartelefonini, og spenningurin var í hæddini eitt skifti í triðja setti, tá støðan í Vágunum var 13-14, men endin var, sum tað framgongur aðrastaðni, at Dráttur vann 3-0, og harvið endaðu steypavinnararnir í ár og Føroyameistararnir frá seinasta ári á silvurplássinum.
Sosialurin ynskir Mjølnir tillukkur við silvurinum.