Trummuspælarin Johan er góður, og hann dugir at fáa eitt sindur av tempo í tungu sangirnar. Hann riggar væl til tunga stílin hjá teimum, tí at hann slær so hart á trummurnar, at hann uttan iva hevur bløðrur á [...] ikki nógvir, sum klárað so høgt sum hann. Jam-session Forsangarin Andreas sást væl í myndini. Hann hevur eina góða rødd, men hon er eitt sindur fín. Leivur og Andreas klingaðu eisini væl saman, tá ið Leivur [...] eisini sera væl. Hann spældi sum ein metronom, og kraftigi bassurin gjørdi, at tú kundi ikki lata vera at nikka til taktina. Leivur vísti eisini, at hann hevur eina frálíka rødd, tá ið hann sang yvirstemmuna
verkætlanini so at siga frá byrjan er dramaturgiskur ráðgevi. Hann segði m.a., at hann ikki hevur arbeitt við operu áður, men í sjónleiki, sum hann hevur drúgvar royndir at seta á pall, verður arbeitt við orðinum [...] tónleikurin afturat. - Tónleikurin er eitt fantastiskt amboð, tí hann kann siga alt, sum hitt ikki kann siga, segði Eyðun Johannessen. Hann vísti á, at Í Óðamansgarði tekur støði í kjarnanum í tí at vera [...] komin undir land. Hann duldi ikki fyri, at tónleikurin er krevjandi og samanbar sín egna leiklut sum dirigentur við ein, ið stendur við høvuðsábyrgdini í floghavnini í Heathrow. Hans Tórgarð, annar av
Skála. Tað var tá, at Dánial fór at arbeiða sum kavari. Hetta yrki hevði hann roynt frammanundan. Eitt dømi um hetta var, tá ið hann í 1933 var við at fáa motorin úr Hannu, deksbáti hjá verfaðirinum, ið lá [...] , skipari og keypmaður í Leirvík. Børnini hjá teimum vóru Georg, sum var handilsmaður í Leirvík, Andrea Hansen í Søldarfirði, Dora, Hanna Eliassen í Leirvík og Kristian. Nú er Dora einsamøll eftir á lívi [...] fýra børn: Kirstin (1939), Karl Johan (1942), Jórun (1945) og Marjun (1947). Kirstin, sum er gift Hans Elmari Poulsen frá Ljósá, býr í Vatnsoyrum, Karl Johan, sum er giftur Lydiu Thomsen úr Keypmannahavn
at formaðurin í uttanlandsnevndini beinanvegin tók orðini til sín sambært grein í Dimmalætting, har hann ynskir, at vit fylgja ráðunum frá Piu Larsen. Harhoff og heimildin Viðvíkjandi uttanríkispolitisku [...] er tað rætt, at vit fingu sendandi eitt bræv frá folkarættarserfrøðinginum, Frederik Harhoff, har hann umtalar møguleikan fyri limaskapi í norðurlendska ráðharraráðnum. Harhoff sigur, at vit helst ikki [...] sendir eina greiða umsókn til tann felagsskapin, har tú av álvara ynskir at gerast limur. Nú Johan Dahl og Útvarpið siga, at Per Stig Møller skal vita at siga, at Sveis ikki vil vita av okkum sum EFTA land
Johan Dahl Muller, millum manna nevndur Hanneman, er farin frá sum lærari við Vágs Skúla. Hann er millum teirra, ið hevur verið longst í starvi í Vágs Skúla. Hanneman er fótbóltssnillingur og var í seksti [...] Muller er føddur í Vági tann 19. januar í 1946 og er sonur Johannes Dahl Muller úr Vági og og Borghild f. Christiansen úr Havn. Hann er giftur Connie f. Jacobsen úr Vági. Johan tók læraraprógv á Nr. Semenarium
bankin helt til í norðara enda av húsunum. Samstundis var Símun vinnulívsmaður. Hann fór undir fiskavirkið Lynfrost, hann seldi tunnur og gørn og fekst við so mangt annað, meðan Karla tók sær av heiminum [...] fór Karla til Havnar at tæna. Tað var meðan hon var í Havn, at hon møtti Símuni Hansen av Toftum. Hann og beiggi hennara, Kristoffur, gingu upp á skúla saman og vóru vinmenn. Tá ið Karla var komin at kenna [...] Torkilsheyggi. 15. desember í 1946 giftust Karla og Símun inn hjá foreldrum hansara, sum vóru Sanna og Andreas Hansen í Túni á Toftum. Í 1950 fluttu Karla og Símun inn í Heiðar, har Símun hevði bygt húsini, sum
ivaleyst hevði verið bíligari at bygt skipið í til dømis Kina ella Spania, men tá segði forstjórin, Hans Andreas Joensen, at tað er teirra meting, at tað í síðsta enda fer at loysa seg at byggja her á landi [...] og í heila tikið gerast klár til at brúkast. Dánjal Andreasen er leiðari á Skipasmiðjuni á Skála og hann fortelur, at á skipasmiðjuni eru fólk spent upp á at fara undir at byggja. - Hetta er ein sólskinssøga
Eiði. Hann var sonur Jacobinu og Niels Kruse. Niels var ein av fyrstu listarmálarunum í Føroyum. Thorleif var fiskimaður, og hann hevði gingið upp á skúla og hevði aftur verið til skips, tá ið hann upp undir [...] 1943 nakrar fáar dagar eftir at yngra dótturin var fødd varð innlagdur í Hoydølum, tí hann hevði fingið tuberklar. Hann kom ongantíð fyri seg aftur og doyði 5. august í 1946 knappliga 31 ára gamal. Esther [...] Jacobina Nørgaard, sum býr í Keypmannahavn, og Elseba Dahl, sum býr á Oyri. Eiðislæknin, dr. Rasmussen, stuðlaði Esther at fara at læra til jarðamóður, tí hann dugdi at síggja, at tað fór at verða tørvur á ljósmóður
slapp hann ikki við hendan vanlukkutúrin. Her endaðu ungdómsárini hjá Arna, hann kom nú í faðirs stað. Í 1943 giftist Arni ungari gentu úr grannabygdini, gentan var Ninna Hansen, dóttir Andreas og Martinu [...] Havn. Tey fingu 8 børn. Arni fór til skips sum mangir aðrir, eftir at hann hevði fingið prestsins hond á høvdið. Fyrsta túrin fór hann saman við pápa sínum við Fossanesi - miðskeiðis í trýatiárunum. Í 1938 [...] tey eru: Óla Jákup, Absalon, Miriam (Mouritsen), Arnborg (Lervig), Andreas, Sólmai (Johannesen), Berg og Eyðvør. Absalon og Andreas búgva í Danmark og Miriam býr í Havn, hini búgva øll í Leirvík. Eisini
ikki høvi at vera við, tí hann var upptikin av hátíðarhaldinum hjá Sambandsflokkinum. Ætlanin var, at Jóhan Dahl, løgtingsmaður, skuldi koma við í staðin fyri Kaj Leo, men hann fekk forfall undan ferðini [...] orsøkum, men endamálið hjá grunninum er framvegis hitt sama. Tað er bara navnið, sum er broytt, leggur hann aftrat. Fíggjarnevndarlimurin sigur, at fólk ivaleyst hava lættari við at "góðtaka", at grunnurin [...] ein pensjónsgrunnur. - Tá liggur tað lika sum í orðinum, at øll eiga ein part av honum, sigur Páll. Hann vísir á, at í Føroyum hevur talan verið um at skipa ein búskapargrunn, sum ætlandi kemur at umsita