Arni er leirvíkingur, sonur Absalon Vatnhamar (Absalon hjá stóra Jákup) úr Leirvík, og Sannu Fr. Andreasen,
ættað av Frælsinum í Havn. Tey fingu 8 børn.
Arni fór til skips sum mangir aðrir, eftir at hann hevði fingið prestsins hond á høvdið. Fyrsta túrin fór
hann saman við pápa sínum við Fossanesi - miðskeiðis í trýatiárunum.
Í 1938 varð Arni fyri tí vanlagnu at missa pápan við Fossanesi. Arni skuldi sjálvur verið við, men
av onkrari orsøk slapp hann ikki við hendan vanlukkutúrin. Her endaðu ungdómsárini hjá Arna, hann
kom nú í faðirs stað.
Í 1943 giftist Arni ungari gentu úr grannabygdini, gentan var Ninna Hansen, dóttir Andreas og Martinu
úr Syðrugøtu. Tey búsettust við Gráastein í Leirvík. Heim teirra var eitt fyrimyndarligt heim, har nógv
fólk gjøgnum árini hava komið inn á gólvið til eitt hugnaligt prát og ein góðan drekkamunn.
Hjúnalagið bar frukt við 8 børnum, 4 dreingjum og 4 gentum, tey eru: Óla Jákup, Absalon, Miriam
(Mouritsen), Arnborg (Lervig), Andreas, Sólmai (Johannesen), Berg og Eyðvør. Absalon og Andreas
búgva í Danmark og Miriam býr í Havn, hini búgva øll í Leirvík. Eisini eru við abba- og langabbabørnini
hjá Arna nógv í tali.
Miðskeiðis í sekstiárunum fluttu tey bæði til Havnar við tveimum teimum yngstu børnunum. Arni arbeiddi
sum umsjónarmaður á Skúlanum á Trøðni og Ninna sum fyristøðukvinna á skúlaheiminum, ið var knýtt til
skúlan. Í 1991 fluttu tey bæði norður aftur til Leirvíkar. Ninna doyði í 1996.
Arni hevur verið sera virkin innan fyri missiónshúsið í Leirvík og trúgvur kirkjugangari. Hann er sera fittur
í hondunum og mangur vakur trælutur, sum hann hevur latið úr hondunum, prýður heimini hjá slekt og
vinum.
Fótbólturin hevur altíð haft hansara stóra áhuga, og LÍF er hjartabarn hansara. Hann hevur í fleiri tíðarskeið
verið formaður í felagnum og annars verið felagnum ein hollur stuðul.
Góði pápi, hjartaliga tillukku við 85 ára føðingardegnum við ynskjum um eitt friðsælt lívskvøld.
Børnini