Á Skipasmiðjuni á Skála hava tey úr at gera í hesum døgum. Tey gera klárt til at kunna byggja fyrsta skipið á Skála í 17 ár.
Tað var mánadagin 17. juli í ár, at Thor kunngjørdi stóra byggisáttmálan teir høvdu gjørt, um at lata tað stívliga 55 metrar langa og 12,5 metur breiða skipið byggja í Føroyum.
Í løtuni rigga tey høllina til og har er eitt sindur at tríva í. Høllin skal ruddast og hampast, og í heila tikið gerast klár til at brúkast.
Dánjal Andreasen er leiðari á Skipasmiðjuni á Skála og hann fortelur, at á skipasmiðjuni eru fólk spent upp á at fara undir at byggja.
- Hetta er ein sólskinssøga hjá okkum, og fólk eru ótrúliga spent eftir at sleppa at byggja nýggja skipið, sigur Dánjal Andreasen.
Póllendingar sveisa skrokkin í oktober
Næsta stigið verður síðani at fáa alla útgerð til vega, og har er eitt sindur av amboðum, sum skulu fáast til taks.
Í aðru viku kemur stálið heim og skal skerast til. Tað verður gjørt eftir tekningum, sum eru teknaðar í Póllandi og í Havn.
Samstarvsavtala er fingin í lag við ein pólskan undirveitara, og tað eru eisini póllendingar, sum skulu gera skrokkin til skipið á Skipasmiðjuni á Skála.
Hetta er ein serlig avtala tey hava gjørt, men samstundis eisini ein neyðug avtala, tí stálskipasmíð er ikki til longur á okkara leiðum.
Tí er tað, at eini 25-60 póllendingar koma higar til landið í oktober mánaði at gera skrokkin, meðan teir byrja at strekkja kjølin longu um tríggjar vikur.
Mett verður, at arbeiði til einar 100 føroyingar verður annars, og kemur hetta at umfata installatión og annað arbeiði.
Skipið sum Thor nú letur byggja á Skála skipasmiðju kemur ætlandi at kosta 75 milliónir krónur. Tá byggisáttmálin var undirskrivaður í juli ásannaðu tey hjá Thor, at tað ivaleyst hevði verið bíligari at bygt skipið í til dømis Kina ella Spania, men tá segði forstjórin, Hans Andreas Joensen, at tað er teirra meting, at tað í síðsta enda fer at loysa seg at byggja her á landi, tí tá kunnu teir vera vísir í at fáa tí røttu, skræddaraseymaðu loysnina.
MYNDTXT:
Í løtuni arbeiða tey við at rudda høllina, soleiðis at arbeiða at smíða skipið kann byrja um tríggjar vikur. Dánjal Andreasen sigur, at á skipasmiðjuni eru tey ógvuliga spent eftir at byrja Mynd Jens Kr. Vang










