Braquet sannførdu

Rokkbólkurin Braquet hevði eina sera sannførandi framførslu á útipallinum. Teir vóru tyngri enn vanliga, og tað riggaði sera væl til teir. Hetta var kanska besta konsert hjá Braquet nakrantíð.

Braquet hava verið frammi í nøkur ár eftirhondini, og teir eru vælumtóktir. Tað vóru eisini nógvir trúfastir fjepparar, sum stóðu fremst. Braquet kláraðu sera væl at halda samband til áhoyrararnar. Arni Zachariassen á gittarinum dugir sera væl at koma við væl sitandi viðmerkingum, og fáa áhoyrararnar við í framførsluna.
Tað hoyrdist á framførsluni, at Braquet eru væl samanspældir. Teir hava vant alt summarið, og teir vóru tí í toppform, tá ið teir fóru á pallin. Braquet spældi eitt sindur tyngri enn vanliga. Tað klæddi teir væl.
Arni!
Øll vita, at Arni er eitt flogvit við einum gittara, men hinir tónleikararnir eru eisini sera góðir. Arni var ikki so berandi í dag, sum hann onkuntíð hevur verið fyrr. Onkuntíð hevur tað kenst sum um, at hinir bara spæla fyri Arna, og soloirnar hjá honum hildu bólkinum uppi. Í dag spældu allir sum ein eind, hóast Arni heilt vist er frontmaðurin. Soloirnar hjá honum vóru ikki so nógvar men sótu væl.
Trummuspælarin Johan er góður, og hann dugir at fáa eitt sindur av tempo í tungu sangirnar. Hann riggar væl til tunga stílin hjá teimum, tí at hann slær so hart á trummurnar, at hann uttan iva hevur bløðrur á hondini eftir hvørja framførslu!
Bass-spælarin Leivur Vitalis spældi eisini sera væl. Hann spældi sum ein metronom, og kraftigi bassurin gjørdi, at tú kundi ikki lata vera at nikka til taktina. Leivur vísti eisini, at hann hevur eina frálíka rødd, tá ið hann sang yvirstemmuna. Tað eru ikki nógvir, sum klárað so høgt sum hann.
Jam-session
Forsangarin Andreas sást væl í myndini. Hann hevur eina góða rødd, men hon er eitt sindur fín. Leivur og Andreas klingaðu eisini væl saman, tá ið Leivur sang stuðulsrødd við sínari dreyma 80´ara yvirstemmu. Til seinasta lagið fór Andreas av pallinum, og hann gav tónleikarunum pláss til at jamma eitt sindur í einum instrumentalum lagi. Arni byrjaði við at spæla eitt riff, og síðani komu bassur á trummur uppí. Ahoyrararnir sloppu at flippa út, meðan Arni, Leivur og Johan rokkaðu á pallinum. Góðska!
Konsertin hjá Braquet var sera góð, og teir vóru eftir mínum tykki nógv betri enn nógvir av teimum útlendsku bólkunum.