Dora er framvegis frísk og hevur áræði at taka lut í tí, sum fer fram kring hana, og hon býr framvegis í heiminum í Vatnsoyrum, sum hon og maðurin bygdu fyri knappliga seksti árum síðani.
Dora er ættað úr Leirvík. Foreldrini vóru Kristianna fødd Hansen og ættað av Kinn í Lamba og Johannes Johannesen, skipari og keypmaður í Leirvík. Børnini hjá teimum vóru Georg, sum var handilsmaður í Leirvík, Andrea Hansen í Søldarfirði, Dora, Hanna Eliassen í Leirvík og Kristian. Nú er Dora einsamøll eftir á lívi.
Kristianna, sum hevði lært til lærarinnu og arbeiddi í nøkur ár, doyði av sjúku longu í 1922 bert 46 ára gomul. Dora var tá ellivu ára gomul.
Kristian doyði á sumri í 1941. Við Kristiannu, sum var annað av skipunum hjá pápanum, vóru teir á veg til Bretlands at selja, tá ið einki hoyrdist aftur til teirra. Pápin, Jóannes, sum annars var lagstur upp fleiri ár frammanundan, var eisini við henda túrin.
Dora hevur verið eitt konubrot. Barnaheimið var eyðkent av nógvum lívi og virksemi. Har vóru fyrstu setningarnar settir henni at útinna í handlinum og fiskaarbeiðnum. Hon hevur arbeitt nógv alla sína tíð, og tað hevur ligið væl fyri.
Sum ung genta var Dora hjá Haraldsen í Fuglafirði, í húsplássi í Jyllandi 1930-1932, í húsplássi hjá læknanum í Vestmanna, hjá Jóhannesi úr Hvalvík í Klaksvík og í húsplássi í Charlottenlund nakrar mánaðir í 1938.
22. oktober í 1938 giftist Dora Dániali Nielsen úr Vatnsoyrum, sum hon hevði hitt í Vestmanna. Tey búsettust í Klaksvík, har Dánial hevði lært til skipstimbrara hjá Kjølbro. Undir krígnum flutti Dánial út á Skála at arbeiða á skipasmiðjuni, sum Kjølbro átti. Tá búðu tey á Skála. Tað var tá, at Dánial fór at arbeiða sum kavari. Hetta yrki hevði hann roynt frammanundan. Eitt dømi um hetta var, tá ið hann í 1933 var við at fáa motorin úr Hannu, deksbáti hjá verfaðirinum, ið lá sokkin á Buginum í Leirvík.
Eftir kríggið fluttu tey bæði vestur í Vatnsoyrar, sum eingilsktmenninir høvdu havt fyri seg sjálvar krígsárini. Í 1948 fluttu Dora og Dánial í teirra egnu hús, og har býr Dora framvegis. Dánial doyði í 1994. Tey eiga fýra børn: Kirstin (1939), Karl Johan (1942), Jórun (1945) og Marjun (1947). Kirstin, sum er gift Hans Elmari Poulsen frá Ljósá, býr í Vatnsoyrum, Karl Johan, sum er giftur Lydiu Thomsen úr Keypmannahavn, býr í Vatnsoyrum, Jórun, sum var gift Finni Lómstein úr Gøtu, býr í Havn. Finnur doyði í 2003. Marjun, sum er gift Charles Fríðberg úr Fuglafirði, býr á Argjum. Dora eigur 17 ommubørn og 45 langommubørn.
Lívið og heimið hjá Doru og Dánial hevur verið eyðkent av gudsótta, arbeiðssemi og gestablídni. Dorusa partur lá ikki eftir. Tey fyrru árini høvdu tey eina og við hvørt tvær kýr, ungneyt og høsn. Dora hevði gott hegni. Hon seymaði og bant til familjuna, og í fleiri ár seymaði hon madrassur serliga til skipsmenn.
Tíðliga í tíðini fór hon at handla. Fyrstu árini var sølubúðin í aðrari stovuni. Seinni flutti handilin í kjallaran, har tey frammanundan turkaðu fisk.
At búgva í Vatnsoyrum var ikki altíð so høgligt. Dánial fekk sær tíðliga bil. Hesin stóð í túninum, tá ið Dánial var aðra staðni og arbeiddi. Men tað gjørdi hann ikki so leingi. Dora mundi vera ein tann fyrsta kvinnan, sum fekk sær koyrikort. Tað var í 1947.
Saman við manninum var Dora trúføst í samkomuni Kedron í Sørvági. Síðani 1967 hevur Zarepta verið í Vatnsoyrum. Brynleif Hansen, sáli, átti hugskotið og var undangongumaður. Dánial stóð fyri byggingini, og Dora stuðlaði honum væl. Doru hevur dámt væl í Zarepta, tá ið bíbliuskeiðið hevur verið.
Dora fylgir væl við, hvussu tað gongst familjuni og í samfelagnum annars. Okkurt ellisbreðgið hevur hon. Men stokkarnir ganga framvegis. Tvær ferðir um vikuna vitjar hon í dagtilhaldinum á Ellisheiminum í Miðvági. Tað dámar henni stak væl.<S style="text-line-through: double"$?$end$!$</S$?$end$!$<BR> Føðingardagin, sum er í morgin, verður Dora at hitta á Hotel Vágum frá klokkan 17 til 21.
J