Kunningarferð
Allir limirnir í fíggjarnevnd løgtingsins uttan Kaj Leo Johannesen vóru í síðstu viku saman við skrivaranum í nevndini, Høgna Joensen, á kunningarferð í Danmark og Noregi.
Kaj Leo Johannesen hevði ikki høvi at vera við, tí hann var upptikin av hátíðarhaldinum hjá Sambandsflokkinum. Ætlanin var, at Jóhan Dahl, løgtingsmaður, skuldi koma við í staðin fyri Kaj Leo, men hann fekk forfall undan ferðini.
Týsdagin var fíggjarnevndin á fundi við donsku fíggjarnevndina, og hesin fundurin var í fólkatinginum.
Endamálið við fundinum við donsku fíggjarnevndina var at fáa eina lýsing av, hvussu fíggjarstøðan og búskaparliga gongdin í Danmark eru.
Páll á Reynatúgvu, fíggjarnevndarlimur, sum var við á ferðini, sigur, at Danmark hevur stórt avlop á fíggjarlógini, og at ein veksandi partur av inntøkunum hjá dønum stava frá serligum inntøkum ikki minst ráevnisvinnu, har oljuídnaðurin er ein stórur partur.
- Danskur búskapur gongur strúkandi í løtuni, sigur fíggjarnevndarlimurin.
Fundir í Noregi
Seinnapartin týsdagin fór fíggjarnevndin við ferju úr Keypmannahavn til Noregs.
- Í Oslo høvdu vit fleiri fundir, eitt nú við Norges Bank, sum svarar til føroyska Landsbankan. Tað er Norges Bank, sum eitt nú umsitir norsku ráevnisinntøkurnar, umframt at bankin hevur aðrar uppgávur, eitt nú viðurskiftini við norska krónuvirðinum.
Páll á Reynatúgvu vísir á, at Noreg í fleiri ár hevur havt ein oljugrunn, sum í 2005 broytti navn til pensjónsgrunnurin.
- Stórt trýst hevur verið á at fáa pening úr oljugrunninum, og eg havi skilt, at navnabroytingin fyrst og fremst er av psykologiskum orsøkum, men endamálið hjá grunninum er framvegis hitt sama. Tað er bara navnið, sum er broytt, leggur hann aftrat.
Fíggjarnevndarlimurin sigur, at fólk ivaleyst hava lættari við at "góðtaka", at grunnurin sleppur at veksa seg so stóran, tá ið hetta er ein pensjónsgrunnur.
- Tá liggur tað lika sum í orðinum, at øll eiga ein part av honum, sigur Páll.
Hann vísir á, at í Føroyum hevur talan verið um at skipa ein búskapargrunn, sum ætlandi kemur at umsita serligar inntøkur, eitt nú frá einskiljingum og møguligum oljuinntøkum.
- Eg haldi ikki, at heitið er so avgerandi, men meira málið og skipanin við einum slíkum grunni.
Spurdur, hvussu stórur norski grunnurin er í dag, sigur Páll á Reynatúgvu:
- Við ársbyrjan vóru 1400 miljardir krónur í grunninum, og nú árið var hálvrunnið, vóru 1600. Soleiðis er grunnurin vaksin heilar 200 miljardir fyrra hálvár í ár, leggur hann aftrat.
Sum skilst, er høgi oljuprísurin orsøkin til stóra vøksturin í grunninum.
Í Noregi hevði føroyska fíggjarnevndin eisini fund við norsku fíggjarnevndina, fíggjarmálaráðið og norska fíggarmálaráðharran.
4% av avkastinum
Páll á Reynatúgvu sigur, at norðmenn árliga brúka í mesta lagi 4% av rentuinntøkunum hjá oljugrunninum til beinleiðis rakstur av norska samfelagnum.
- Hesin peningur kemur inn á fíggjarlógina at "venda" og fer síðan útaftur í norska samfelagið. Restin verður standandi til komandi pensjónir í Noregi.
Fíggjarnevndarlimurin sigur, at norðmenn við at broyta heitið á grunninum frá oljugrunni til pensjónsgrunn vilja geva fólkinum eina fatan av, hvussu hesin peningurin ætlandi skal nýtast í framtíðini.
- Nógv halda, at tey síggja ov lítið aftur av oljupengunum, og soleiðis hevur grunnurin verið undir stórum trýsti. Flestu flokkar eru tó samdir um, at kemur ov nógv av hesum peningi útaftur í samfelagið, versnar kappingarførið hjá vinnuni, samstundis sum búskapurin, sum longu gongur við rúkandi ferð, verður enn meira upphitaður. Hetta hevði so aftur ført til dýrari verkætlanir í Noregi.
Páll vísir á, at norskir politikarar royna at halda aftur, nú nógv ferð er á búskapinum, og arbeiðsloysið er so lítið, sum sjáldan áður.
- Sum heild eru norskir politikarar samdir um, at hesin velduga stóri grunnur ikki skal kunna nýtast sum partapolitiskt amboð, leggur hann aftrat.
Stabiliserandi
Sum skilst, er føroyska fíggjarnevndin samd um, at ein slíkur grunnur, sum norski oljugrunnurin nú pensjónsgrunnurin hevur eina ógvuliga stabiliserandi ávirkan á langsiktaða fíggjarpolitikkin hjá einum landi.
- Norska skipanin er brúkt sum fyrimynd í nógvum ymiskum londum, men norðmenn løgdu dent á, at sjálvandi skal ein slíkur grunnur lagast eftir viðurskiftunum í hvørjum landi sær.
Páll á Reynatúgvu sigur, at norðmenn mæltu til, at føroyingar seta í verk eina líknandi skipan sum ta norsku við neyðugum tillagingum.
- Slíkar inntøkur eru møguligar í okkara tíð, nú tøknin er so frammarliga. Tær vóru ikki møguligar fyri 50 árum síðan, og í Noregi vænta tey, at olja og gass eru uppi um eini 50-60 ár. Tí er hugburðurin tann, at tær inntøkur, sum núlivandi ættarlið kunnu skapa, eisini eiga at koma okkara eftirkomarum til góðar.
Stórur áhugi
- Jú, eg haldi, at eg kann siga frá øllum í fíggjarnevndini, sum vóru við í Danmark og Noregi, at vit høvdu eina ógvuliga áhugaverda ferð. Vit vórðu sera væl móttiknir, bæði í Danmark og Noregi, og norðmenn vístu ógvuliga stóran áhuga fyri teirri oljuleiting, sum í løtuni fer fram í føroyskum øki, sigur Páll á Reynatúgvu, fíggjarnevndarlimur, at enda.
Sosialurin royndi at fáa fatur á Anfinni Kallsberg, fíggjarnevndarformanni, mánamorgunin, men tað eydnaðist tíverri ikki