Esther var fødd 6. juni í 1917, og hon var ættað av Eiði. Foreldrini vóru Elsebeth Marie og Joen Peter Ejdesgaard í Garði. Tey fingu seks børn: Hans Jacob Eiðisgarð á Eiði, Anna Poulsen í Saksun, Esther Kruse, John Ejdesgaard á Eiði, Jóannes Ejdesgaard í Noregi og Petur Martin Ejdesgaard á Eiði. Jóannes og Petur Martin eru framvegis á lívi.
Esther giftist í 1942 Thorleifi Kruse av Eiði. Hann var sonur Jacobinu og Niels Kruse. Niels var ein av fyrstu listarmálarunum í Føroyum. Thorleif var fiskimaður, og hann hevði gingið upp á skúla og hevði aftur verið til skips, tá ið hann upp undir jól í 1943 nakrar fáar dagar eftir at yngra dótturin var fødd varð innlagdur í Hoydølum, tí hann hevði fingið tuberklar. Hann kom ongantíð fyri seg aftur og doyði 5. august í 1946 knappliga 31 ára gamal.
Esther og Thorleif fingu tvær døtrar: Jacobina Nørgaard, sum býr í Keypmannahavn, og Elseba Dahl, sum býr á Oyri.
Eiðislæknin, dr. Rasmussen, stuðlaði Esther at fara at læra til jarðamóður, tí hann dugdi at síggja, at tað fór at verða tørvur á ljósmóður á Eiði. Hetta var undir krígnum, og tað slapst tískil ikki millum lond. Esther var tí á hospitalinum í Havn, inntil kríggið var av. Tá fór hon til Keypmannahavnar at læra. Hon plagdi at siga frá ringu ferðini niður við Kyrjasteini.
Tá ið maðurin var viknaður heilt nógv, var hon heima í eitt hálvt ár. Eftir at hann var deyður, fór hon niður aftur at gera seg lidna við útbúgvingina, og í november 1948 gjørdist hon ljósmóður á Eiði. Har var hon inntil í 1967, tá ið hon flutti til Havnar, og har arbeiddi hon, inntil hon 66 ára gomul fór úr starvinum. Í eitt ár 1961-62 var hon í Keypmannahavn, har hon arbeiddi á føðiklinikkini, sum Astrid á Rógvi átti í Søborg.
Esther hevði latið hús byggja á Eiði, og hon flutti aftur í heimbygdina, tá ið hon var givin at arbeiða. Seinnu árini var hon tó nógv hjá døtrunum. Í november 2004 flutti hon í Korndalsbýlið á Eiði at búgva, og har var hon, inntil tað nú vóru boð eftir stillføru og róligu jarðamóðrini, sum við síni medferð og fakliga dugnaskapi var orsøk til, at konurnar, sum hon hjálpti, kendu seg at vera í tryggum hondum.
Esther var 29 ára gomul, tá ið hon misti mannin, og nú hevði hon sitið einkja í 60 ár. Tær báðar døtrarnar eiga seks børn, og í næsta ættarliðnum eru níggju komin. J
<I EM normal"$?$end$!$ <>










