Johan Muller fer frá

Týsdagin var hátíðardámur í Vágs Skúla , tí ein teirra, ið hevur verið longst í starvi, hevur gjørt av at fara frá sum lærari við skúlan

 

Johan Dahl Muller, millum manna nevndur Hanneman, er farin frá sum lærari við Vágs Skúla. Hann er millum teirra, ið hevur verið longst í starvi í Vágs Skúla.
Hanneman er fótbóltssnillingur og var í seksti og sjeyti árunum kendur kring Føroya land sum ein hin fremsti innan føroyskan fóbólt. Sonurin, Jan Allan, hevur eisini runnið í fótasporum faðirsins, og var millim teirra, ið fyrstur gjørdi sáttmálar í útheiminum,
Johan Muller er føddur í Vági tann 19. januar í 1946 og er sonur Johannes Dahl Muller úr Vági og  og Borghild f. Christiansen úr Havn. Hann er giftur Connie f. Jacobsen úr Vági.
Johan tók læraraprógv á Nr. Semenarium í 1968 og hevur verið lærari í Vágs Skúla síðani.
 
do
 
 
Myndtextur:
Hanneman takkar fyri seg sum lærari, eftir  38 ára tænastu