Operan: Ein ferð inn í lívsins kjarnu

Í Óðamansgarði eitur Føroya fyrsta pallsetta opera, og hon skal framførast í Norðurlandahúsinum í oktober. Talan er ikki um opera í traditionellum týdningi, men heldur um totalteatur, har nógvar listagreinir eru við.

- Hetta verður ein kosmisk ferð inn í livets mysterium. sigur Eyðun Johannessen, sum hevur verið við í verkætlanini frá byrjan.

MENTAN

 
 
- Tað er ikki altíð, at samstarvið millum tónaskald og librettist hevur verið so gott, men tað hevur tað verið í hesum førinum.
Sunleif Rasmussen smílist um alt fimmoyrað, tá hann greiðir frá søgum um tónaskøld, sum gjøgnum tónleikasøguna hava skúgvað teksthøvundan til viks og sjálvir hava sett seg at skrivað orðini.
- Men tá bleiv úrslitið heldur ikki altíð so gott, leggur hann afturat.
Lagið varð gott og spenningurin stórur á tíðindafundinum á Meiarinum í Havn í morgun, tá Føroya fyrsta opera á palli varð løgd fram fyri almenningin.
Operan kallast Í Òðamansgarði og hevur verið ávegis í eini 6 ár.
Tað var Aldubáran, sum heitti á tónaskaldið Sunleiv Rasmussen um at skriva operuna, og hann og heitti á Dánial Hoydal um at skriva tekst ella libretto, sum tað eisini kallast.
Hugskotið til operuna er tikið úr stuttsøguni Den Gale Mands Have hjá Williami Heinesen. Søgan er full av ljóði og vøkrum myndum, ið eru væl egnað at gera tónleik til, verður sagt. Persónar, hugløg, súmbol og myndir eru tikin úr stuttsøguni og endurnýtt í leikritinum og tónleikinum.
Operan snýr seg um tvey ung í kynsbúningaraldrinum, Marselius og Stellu Kristinu. Søgan fer fram í einum tíðar- og staðleysum heimi, sum tó kundi verið Havnin. Børnini spæla uttan fyri og í garðinum hjá Óðamanninum, ein løgin einbúgvi, sum býr í einum villvaksnum garði. Nógvar søgur ganga um Óðamannin, og tey ræðast hann illa, men gjøgnum ræðsluna og møtini við Óðamansgarðin læra tey alt meira um seg sjálv.
 
Kosmisk ferð inn í livets mysterium
 
Á tíðindafundinum varð sagt, at tað als ikki er talan um operu í siðbundnari merking, men heldur um eitt slag av sonevndum totalteatri, har dansur, drama, poesi og tónleikur renna saman í eina eind.
- Tí er hetta fyri øll. Eisini fólk, sum ikki dámar opera, varð sagt á fundinum.
Sunleif Rasmussen segði, at hann við øllum hesum listasløgum so at siga var farin 2500 aftur í tíðina, tá gudurin Zeus útvegaði sær sínar 9 musur, ið umboðu áðurnevndu listagreinir og meira afturat. Síðani er orðið musikkur komið av hesum musum, og í Føroyum hava vit eina livandi traditión, føroyska dansin, har allar hesur sjangrur eru umboðaðar, segði tónaskaldið.
Ria Tórgarð er leikstjóri og Eyðun Johannessen, sum hevur verið í verkætlanini so at siga frá byrjan er dramaturgiskur ráðgevi. Hann segði m.a., at hann ikki hevur arbeitt við operu áður, men í sjónleiki, sum hann hevur drúgvar royndir at seta á pall, verður arbeitt við orðinum, men í eini operu kemur tónleikurin afturat.
- Tónleikurin er eitt fantastiskt amboð, tí hann kann siga alt, sum hitt ikki kann siga, segði Eyðun Johannessen.
Hann vísti á, at Í Óðamansgarði tekur støði í kjarnanum í tí at vera til uttan mun til átrúnað og bakgrund, og at hetta botnaði í seksualitetinum hjá menniskjanum, ið er eitt tema í operuni.
- Hetta er ein kosmisk ferð inn í livets mysterium, segði Eyðun Johannessen við einum smíli á varrunum.
 
Sum at stjórna í Heathrow
 
Bernharður Wilkinson, ið skal stjórna tónleikarum, sangarum og sjónleikarum kallaði hetta eina søguliga stund í føroyskum tónleiki, nú operan er komin undir land.
Hann duldi ikki fyri, at tónleikurin er krevjandi og samanbar sín egna leiklut sum dirigentur við ein, ið stendur við høvuðsábyrgdini í floghavnini í Heathrow.
Hans Tórgarð, annar av sjónleikarunum, metti eisini, at hetta fór at verða ein spennandi uppgáva. Hetta er fyrstu ferð, hann arbeiðir við partituri, sum hann tók til.
Ætlanin var upprunaliga, at føroyskir operasangarar skuldu vera við í framførslunum, men av tí at hesi eru sáttmálabundin uttanlands, lá ikki fyri hjá teimum at koma hendanvegin í næsta mánaði.
Til operuna er gjørt serligt undirvísingartilfar til næmingar á miðnámsskúlunum og í 9-10. flokki í fólkaskúlanum. Hetta tilfar er savnað á eini fløgu, sum Landsmiðstøðin fyri undirvísingaramboð hevur gjørt. Skúlarnir fáa møguleika at fylgja við í venjingum, at koma til eina serliga skúlasýning mánadagin 16. oktober og at fáa onkran av teimum luttakandi út at halda fyrilestur ella greiða frá arbeiðinum við operuni. 27 skúlaflokkar eru tilmeldaðir, so um leið 700 næmingar eru partur av hesi verkætlan.
Ætlanin er eisini at bjóða útlendskum tíðindafólki hendanvegin at síggja operuna, so til ber at fáa breiða kunnleikan um hana út úti í heimi.  
Sýningarnar verða í Norðurlandahúsinum og frumframførslan verður hóskvøldið 12. oktober.
-- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- --
 
 
 
 
<B STRONG bókmentum< og veruleika í normal"$?$end$!$Óðamansgarðurin>
 
Søgan um Óðamansgarð hevur støði í barnaminnum hjá Williami Heinesen. Garðurin, sum eisini verður nevndur Bines Kilde er til enn og liggur við Kinabrekkuna, tey kalla, í Havn. Høvundurin brúkar eisini garðin í bókini Tornið við heimsins enda, har hann skrivar um ein lítlan planka, ið verður til sjálva lívsins brúgv.
Eisini Regin Dahl hevur funnið listaligan íblástur í hesum urtagarðinum við Landavegin í Havn.
Í yrkingasavninum Sneisaboð er ein yrking, ið kallast Í Bines-kilde, har fólk plagdu at ganga sær túrar, og pør fóru á fríggjaraferð.
 
-- -- -- -- -- -- -- -- --
 
<B STRONG normal"$?$end$!$Luttakarar<>
Aldubáran (við gestatónleikarum)
Sunleif Rasmussen         tónaskald
Dánial Hoydal                  teksthøvundur
Eyðun Johannesen         leikstjóri og dramaturgiskur ráðgevi
Ria Tórgarð                       - leikstjóri
Elisa Heinesen                 pallmynd
Bernharður Wilkinson   dirigentur
Bjørn Blomqvist              bassur (úr Álandi)
Eyjólfur Eyjólfsson         tenorur (úr Íslandi)
Rebecca Persson              sopranur (úr Danmark)
Hans Tórgarð                   sjónleikari (Marselius)
Gunnvá Zachariassen     sjónleikari (Stella Kristina)
 
 
-- -- -- -- - - -- -
 
MYNDATEKSTIR
 
Sunleif Rasmussen og Dánial Hoydal í Óðamansgarði við Kinabrekkuna í Havn
 
Mynd: Jens Kr. Vang
- --- -- -- -- -- --
 
Pallmyndin hjá Elisu Heinesen verður ikki heft at tíð og staði