Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Storhamar spældu í kvøld hálvfinalu á útivølli í norsku steypakappingini.
Í Molde Arena høllini eydnaðist tað Storhamar at vinna ein greiðan 27-21 sigur á Molde. Í steðginum var Storhamar á odda 15-10.
Pernille vísti góðar HM-taktir í kvøld. Hon var næstbesti málskjúttin hjá Storhamar við seks málum. Hon vann eisini liðnum tvey brotskøst. Anniken Obaidli var toppskjútti við sjey málum.
Í steypafinaluni 28. desember møtir Storhamar antin Larvik ella Oppsal. Tey spæla hálvfinalu í morgin klokkan 17.30.
Leygardagin klokkan 15 spælir Storhamar dyst á útivølli í A í Champions League. Dysturin verður móti oddaliðnum, ungarska Györ.











