stóðu kanska ikki júst fólk og bíðaðu eftir, at vit skuldu lata dyrnar upp klokkan 10 í morgun. Men her hevur verið ein jøvn gongd í allan dag, sigur Randi Jacobsen, forkvinna í valstýrinum í Kvívík. Kvívíkingar [...] broyting komin í. Tá høvdu 35 % av veljarunum verið á vali, í mun til 36,5 % við seinasta val. Orsøkin til hetta er ikki, at kvívíkingar bíða til seinast at fara á val. Orsøkin er heldur at finna í veðrinum [...] veðrinum. Tað leikaði nevniliga óført í fyrr í morgun við vindi og regni. Og tá bygdarfólkinum dámar væl at ganga sær ein túr til valstaðið í skúlanum, helt hetta helst fólki aftur at fara á val fyrrapartin. Hinvegin
Starvsfólkini í Kringvarpinum eru farin til arbeiðis undir protest í dag. Orsøkin er, at fleir av starvsfólkunum eru vaktarsett at arbeiða fyri vanliga løn, umframt vaktargjald í átta tímar í dag, valdagin [...] agið, sum er fakfelagið hjá starvsfólkunum í Kringvarpinum, er komið upp í málið, og bæði Annika Mittún Jacobsen og Snorri Fjalsbak, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, hava fingið bræv frá St [...] sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Stravsmannafelagnum í brævinum. Víðari sigur hon: Tað er okkara krav, at limir okkara fáa yvirtíðargjald, vísandi til §§ 20 og 26 í sáttmálanum millum FMR og SMF, fyri
Kongshavn, hava verið við hús seinasta mánaðin, men tey eru ikki søgd úr starvi. Í dag er júst ein mánaður síðan, at landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará landaði seinastu skipini. Síðan tá er eingin fiskur [...] Faroe Seafood-samtakinum, og tá teir seks partrolararnir, sum vóru í einum øðrum dóttirfelag hjá samtakinum, vórðu lagdir tíðliga í desember í fjør, gjørdist virksemi á landingarmiðstøðini Kongshavn eisini [...] Ametyst og Polarhav og Stjørnan eisini lagt nógvar lastir upp í Saltangará. Men nú partrolaraflotin eisini hevur verið raktur av sáttmálaósemju í meiri enn tríggjar vikur, hava eingi skip verið til landing
ES um hjálp, eru tað ikki fleiri smá og veik eurolond eftir. Eftir stendur spurningurin um skuldarkreppan í Evropa er ávegis móti næsta veika liðnum í ketuni? Serfrøðingar meta ikki, at Portugal er endin [...] neyðhjálp. Í síðstu viku bað Portugal, sum tað triðja landið í røðini, eftir Grikkaland og Írland, um neyðhjálp frá ES. Neyðarrópið frá Portugal hevur leingi verið væntað. Eftir at stjórnin í Portugal hevur [...] fíggjarmarknaðirnir at fylgja støðuni í teimum sponsku bankunum neyvt. Órógv hevur verið um spanska bankakervið eftir brostna bústaðarbløðru. Um tað veit verri við í sponsku bankunum enn higartil hildið
Open, og møguleikarnir minka ikki júst, um Clijsters ikki verður við. Belgiarin hevur annars vunnið tvær tær seinastu Grand Slam kappingarnar, hana í US Open og fyrstu GS í ár, Australian Open. Wozniacki [...] Hon hevur annars verið úti næstan allan apríl við skaða í økslini og hondliðini, og mátti taka seg aftur í Indian Wells og tapti fjórðingsfinaluna í Miami. Clijsters liggur nummar tvey á heimsstyrkilistanum
verður í mai ella kanska í juni. Ì søguligum høpi er tað meiri sannlíkt, at tað verður í mai, tí síðani grundlógarbroytingina í 1953 hava danir ongantíð verið á fólkatingsvali í juni, men tvær ferðir í mai [...] uppundir, at hann hevur ikki hug til at bíða eftir einum samráðingarúrsliti um tað málið til seint í summar. Tað sama er galdandi fyri uppskotið um at strika eftirlønina. Hann vildi tó ikki siga, hvussu leingi [...] Í fleiri mánaðir hava danskir eygleiðarar og fjølmiðlar gitt, nær fólkatingsval verður, og nú bendir okkurt á, at tað kanska verður í mai ella juni. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, er uttan iva
formaður í byggi- og býarskipanarnevndini sigur, at Kongabrúgvin er søgulig. Men hon er eisini portrið til Havnina og tí ætla tey at fríðka um, so at fáa fáa hug at uppiahlda sær sær í fríløtum. Í hesum sambandi [...] nú at fáa lív í á økinum á Kongabrúnni. Har er ætlanin at gera eina træbrúgv framvið landi og ymiskt annað fyri at gera økið hugnaligari. Eftir ætlan skal tað verða eitt uppihaldsstað í býnum. Bogi Andreasen [...] taka nøkur av bátaplássunum burtur. Ætlanin er, at arbeiðið skal vera liðugt í summar. Jan Christiansen, býráðslimur, tekur ikki undir við ætlanini, tí hann heldur, at sólargangurin er so vánaligur har, at
Kyndil vann aftur Kyndil hevði ikki vunnið í seinastu 10 landskappingardystunum undan vitjanini í Vestmanna í dag. Seinast var tann 15. januar, tá botnliðið StÍF vitjaði í høllini á Hálsi. Loksins fingu [...] Tjaldur tapti fyri VB í Vági í dag. Úrslitið hevur við sær, at Stjørnan og Neistin skulu spæla finalurnar um føroyameistaraheitið. Tjaldur skuldi vinna fyri at halda lív í vónini um at røkka finalurnar [...] finalurnar. Tað eydnaðist ikki. VB, sum hevur argað fleiri av oddaliðunum í hesum kappingarárinum, vann 30-29. Sostatt stendur einki upp á spæl, tá Neistin og Stjørnan spæla í høllini á Hálsi næsta vikuskiftið
Partrolaraparið í Hvalba, Hamranes og Breiðanes, hava longu gjørt fleiri túrar, síðan verkbannið var av. Skipini landaðu í Hvalba seinasta mikudag, og væntandi koma tey innaftur miðskeiðis í hesi vikuni. [...] Hamranesi og Breiðanesi eru ikki langir, og soleiðis hava skipini eisini betri møguleikar at sigla til lands við góðum fiski. Í Hvalba siga tey, at upsin, sum skipini hava fingið í seinastuni, hevur verið [...] eru ikki bara Hamranes og Breiðanes, sum landa í Hvalba. Djúpvatnstrolararnir, Steintór og Niels Pauli, eru eisini farnir at partrola eftir upsa, og sum skilst, hevur hetta riggað væl hjá teimum. Í Hvalba
tunlarnar, t.e. í Kunoyartunnilin, gomlu tunlarnar í Suðuroynni, í Kalsoynni og í Gásadalstunnilin, sigur Landsverk í skrivi. [...] ð við fartelefontænastuni í tunlunum er at gera tað møguligt hjá fólki at geva neyðsynjarboð frá sær til 112, um tey koma út fyri einum óhappi í tunlinum. Hetta ber nú til í teimum báðum tunlunum Árna [...] frá øllum fartelefonum allastaðni í tunlunum, har samband er. Til vanligar samrøður krevst hald frá Vodafone. Tað skal viðmerkjast, at sambandið ikki er eins gott og í teimum størri tunlunum, tí talan er