Tjaldur tapti fyri VB í Vági í dag. Úrslitið hevur við sær, at Stjørnan og Neistin skulu spæla finalurnar um føroyameistaraheitið. Tjaldur skuldi vinna fyri at halda lív í vónini um at røkka finalurnar. Tað eydnaðist ikki. VB, sum hevur argað fleiri av oddaliðunum í hesum kappingarárinum, vann 30-29.
Sostatt stendur einki upp á spæl, tá Neistin og Stjørnan spæla í høllini á Hálsi næsta vikuskiftið.
Kyndil vann aftur
Kyndil hevði ikki vunnið í seinastu 10 landskappingardystunum undan vitjanini í Vestmanna í dag. Seinast var tann 15. januar, tá botnliðið StÍF vitjaði í høllini á Hálsi.
Loksins fingu kyndilskvinnur aftur fult. Kyndil vann við trimum málum, 23-20, á VÍF í dag.
Stjørnan vann 34-25 á botnliðnum StÍF.
Úrslitini í dag:
Stjørnan - StÍF 34-25
VÍF - Kyndil 20-23
VB - Tjaldur 30-29
Stigatalvan:
1. Stjørnan - 39 stig
2. Neistin - 36 stig
3. Tjaldur - 33 stig
4. VB - 26 stig
5. Kyndil - 16 stig *
6. VÍF - 7 stig
7. StÍF - 5 stig
* Kyndil hevur spælt 24 landskappingardystir. Hini liðini hava spælt 23 dystir.