Starvsfólkini í Kringvarpinum eru farin til arbeiðis undir protest í dag. Orsøkin er, at fleir av starvsfólkunum eru vaktarsett at arbeiða fyri vanliga løn, umframt vaktargjald í átta tímar í dag, valdagin.
Starvsmannafelagið, sum er fakfelagið hjá starvsfólkunum í Kringvarpinum, er komið upp í málið, og bæði Annika Mittún Jacobsen og Snorri Fjalsbak, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, hava fingið bræv frá Starvsmannafelagnum sum ger púra greitt, at tað er undir protest, at limir Starvsmannafelagsins eru til arbeiðis í dag.
Vit undirstrika, at tað er undir protest, at limir okkara eru til arbeiðis. Tó fara vit ikki at áleggja teimum at leggja arbeiðið niður júst vegna tess, at hetta er ein serligur dagur, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Stravsmannafelagnum í brævinum.
Víðari sigur hon:
Tað er okkara krav, at limir okkara fáa yvirtíðargjald, vísandi til §§ 20 og 26 í sáttmálanum millum FMR og SMF, fyri allan valdagin. Eisini vísandi til áðursenda teldubrævið, dagfest 25.10.2011. Um okkara krav ikki verður eftirlíkað, verður málið lagt fyri Fasta Gerðarættin alt fyri eitt, sigur Selma Ellingsgaard, sum tilskilar sær at fáa svar beinanvegin.