Clijsters skadd í brúdleypi

Belgiska tennisstjørnan, Kim Clijsters, verður neyvan við til aðru Grand Slam kappingina, French Open, sum verður spæld á Roland Garros um seks vikur. Brúdleyp eru vanliga ein hugnalig og til tíðir vill fest, sum fram um alt er ein gleðilig hending. Men um vikuskiftið gekk heilt galið hjá Clijsters, tá hon var við til brúdleypið hjá einum systkinabarni.

 

Hon skaddi sær økulin, og sambært heimasíðu hennara standa nú millum fýra og seks vikur fyri framman við endurvenjing. Og tá French Open byrjar um seks vikur er ivasamt, um hon verður við til kappingina.

 

Einki verður sagt um, hvussu skaðin hendi.

 

Hon hevur annars verið úti næstan allan apríl við skaða í økslini og hondliðini, og mátti taka seg aftur í Indian Wells og tapti fjórðingsfinaluna í Miami.

 

Clijsters liggur nummar tvey á heimsstyrkilistanum, sum Caroline Wozniacki toppar. Longu áðrenn skaðan hjá Clijsters var Wozniacki favorittur at vinna French Open, og møguleikarnir minka ikki júst, um Clijsters ikki verður við.

 

Belgiarin hevur annars vunnið tvær tær seinastu Grand Slam kappingarnar, hana í US Open og fyrstu GS í ár, Australian Open. Wozniacki manglar sum kunnugt enn at vinna sína fyrstu Grand Slam kapping.