Tórshavnar Býráð ætlar nú at fáa lív í á økinum á Kongabrúnni. Har er ætlanin at gera eina træbrúgv framvið landi og ymiskt annað fyri at gera økið hugnaligari.
Eftir ætlan skal tað verða eitt uppihaldsstað í býnum.
Bogi Andreasen, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini sigur, at Kongabrúgvin er søgulig. Men hon er eisini portrið til Havnina og tí ætla tey at fríðka um, so at fáa fáa hug at uppiahlda sær sær í fríløtum.
Í hesum sambandi er ætlanin at umskipa plássið við munnan av Havnará til eitt uppihaldsøki.
Ætlanin er at gera eina lága træbrúgv við trinum framvið bryggjukantinum, har tað skal bera til hjá fólki at uppihalda sær.
Men hetta skal gerast, uttan at taka nøkur av bátaplássunum burtur.
Ætlanin er, at arbeiðið skal vera liðugt í summar.
Jan Christiansen, býráðslimur, tekur ikki undir við ætlanini, tí hann heldur, at sólargangurin er so vánaligur har, at tað fer aldrin at eydnast at fáa fólk at uppihalda sær har.
Myndin vísir eitt uppskot um, hvussu økið kann fara at síggja út, men síðani hevur verið arbeitt víðari við ætlanini og tað er als ikki sagt, at hetta verður endaliga loysnin.










