Veðrið helt veljarunum heima í morgun

- Tað stóðu kanska ikki júst fólk og bíðaðu eftir, at vit skuldu lata dyrnar upp klokkan 10 í morgun. Men her hevur verið ein jøvn gongd í allan dag, sigur Randi Jacobsen, forkvinna í valstýrinum í Kvívík.

Kvívíkingar eru eisini farnir til valborðini í dag.

Tá talt varð upp á middegi høvdu 17 prosent av veljarunum greitt atkvøðu. Hetta var ein munandi minking enn við valið í 2008, tá 24,4 % høvdu verið á valið.

Men tá talt varð upp tveir tímar seinni var stór broyting komin í. Tá høvdu 35 % av veljarunum verið á vali, í mun til 36,5 % við seinasta val.

Orsøkin til hetta er ikki, at kvívíkingar bíða til seinast at fara á val. Orsøkin er heldur at finna í veðrinum.

Tað leikaði nevniliga óført í fyrr í morgun við vindi og regni. Og tá bygdarfólkinum dámar væl at ganga sær ein túr til valstaðið í skúlanum, helt hetta helst fólki aftur at fara á val fyrrapartin. Hinvegin var gott veður, tá løgtingsval var seinast.

Úrslitið úr Kvívík verður væntandi greitt nakað undan klokkan 9 í kvøld.

(Mynd: Valstaðið í Kvívík fyrr í dag)