Flestu teirra, sum hava starvast á landingarmiðstøðini Kongshavn, hava verið við hús seinasta mánaðin, men tey eru ikki søgd úr starvi. Í dag er júst ein mánaður síðan, at landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará landaði seinastu skipini. Síðan tá er eingin fiskur komin upp á land, og gólvini hava verið turr.
Landingarmiðstøðin Kongshavn er dóttirfelag hjá Faroe Seafood-samtakinum, og tá teir seks partrolararnir, sum vóru í einum øðrum dóttirfelag hjá samtakinum, vórðu lagdir tíðliga í desember í fjør, gjørdist virksemi á landingarmiðstøðini Kongshavn eisini rættiliga lítið.
Umframt at landa teir seks partrolararnar, Bak, Stelk, Rók, Lerk, Heyk og Falk, hava eitt nú Jaspis og Ametyst og Polarhav og Stjørnan eisini lagt nógvar lastir upp í Saltangará.
Men nú partrolaraflotin eisini hevur verið raktur av sáttmálaósemju í meiri enn tríggjar vikur, hava eingi skip verið til landing á Kongshavn.
Flestu teirra, sum hava starvast á landingarmiðstøðini, hava verið við hús seinasta mánaðin, men tey eru ikki søgd úr starvi.
Landingarmiðstøðin er millum ognirnar í Faroe Seafood-samtakinum, sum eru lýstar til sølu, og hin 11. februar skulu møgulig tilboð verða inni.
Raksturin av landingarmiðstøðini Kongshavn hevur hingið saman við einum lítlum avlopi í fleiri ár.