Kanska summarval í Danmark

Í fleiri mánaðir hava danskir eygleiðarar og fjølmiðlar gitt, nær fólkatingsval verður, og nú bendir okkurt á, at tað kanska verður í mai ella juni. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, er uttan iva tann einasti, sum veit, nær næsta fólkatingsvalið verður, um hann yvirhøvur veit tað. Hann hevur verið sera ullintur, tá hann hevur fingið spurningin, men kanska hevur hann nú hugsað um málið, tí á tí vikuliga tíðindafundinum í forsætismálaráðnum í gjár var onkur nýggj ábending at hóma.

Stjórnin hevur arbeitt við einari langtíðarfíggjarætlan fyri árini fram til 2020, og á tíðindafundinum róði forsætisráðharrin uppundir, at hann hevur ikki hug til at bíða eftir einum samráðingarúrsliti um tað málið til seint í summar. Tað sama er galdandi fyri uppskotið um at strika eftirlønina. Hann vildi tó ikki siga, hvussu leingi hann er sinnaður at bíða.

Fleiri politiskir eygleiðarar tulka orðini hjá Lars Løkke Rasmussen sum eina ábending um, at fólkatingsval verður í mai ella kanska í juni. Ì søguligum høpi er tað meiri sannlíkt, at tað verður í mai, tí síðani grundlógarbroytingina í 1953 hava danir ongantíð verið á fólkatingsvali í juni, men tvær ferðir í mai.