Gongur væl hjá trolarum í Hvalba

Tað hevur gingið væl hjá trolarunum í Hvalba at fiska, síðan tað lpysnaði millum manningarfeløg og reiðarar, og skipini fóru aftur til fiskiskap

HVALBA

Partrolaraparið í Hvalba, Hamranes og Breiðanes, hava longu gjørt fleiri túrar, síðan verkbannið var av. Skipini landaðu í Hvalba seinasta mikudag, og væntandi koma tey innaftur miðskeiðis í hesi vikuni. Á seinasta túri høvdu tey 220.000 pund av góðum upsa tilsamans. Túrarnir hjá Hamranesi og Breiðanesi eru ikki langir, og soleiðis hava skipini eisini betri møguleikar at sigla til lands við góðum fiski.
Í Hvalba siga tey, at upsin, sum skipini hava fingið í seinastuni, hevur verið rættiliga góður, meginparturin er 1,2 og 3’arar.
Men tað eru ikki bara Hamranes og Breiðanes, sum landa í Hvalba.
Djúpvatnstrolararnir, Steintór og Niels Pauli, eru eisini farnir at partrola eftir upsa, og sum skilst, hevur hetta riggað væl hjá teimum.
Í Hvalba siga tey, at Steintór og Niels Pauli koma inn at landa mikudagin.
Rættiliga nógv fiskaarbeiði er á TG Seafood í Hvalba, og er tað soleiðis, at tey klára at arbeiða alt undan, sum skipini í Hvalba leggja upp, verður fiskur keyptur úr Vági, har landingarmiðstøðin aftur er komin upp at koyra.
- Jú, her er rættiliga nógv fiskaarbeiði hvønn einasta yrkadag, sigur Ólavur Bjarkhamar, sum er stjóri á TG Seafood.