landskappingardystin uttan John Petersen, so er ikki líkt til, at leiðslan ætlar at sita hendur í favn, nú ein hin týdningarmesti leikarin á liðnum ikki er tøkur longur. Enskur unglingi Um vikuskiftið frættist [...] teir at hann eisini megnar at taka sessin yvir eftir landsliðsleikaranum. Í løtuni er hesin spurningur tó ósvaraður, men væntandi fæst greiða á hesum ein av fyrstkomandi døgunum. [...] á Neystabø váttar, at tað er nakað um tosið. Talan er um ein blaðungan leikara, Nathan Haslan, sum í dag spælir á unglingaliðnum hjá Sheffield Wednesday, sum júst er flutt niður úr ensku Premier League
sitiplássum. Stóra aksilfrástøðan ger, at sera gott pláss er í kabinuni. Viðførisrúmið er 520 litrar. BYD Sealion 7 fæst sum bakhjólsdrivin og sum 4x4 og í útgávunum Comfort, Design og Excellence, tá hevur hann [...] garantii. Tað er ein góð kensla at koyra bilin og hjá teimum ferðandi í bilinum. Øll sita væl og hava gott útsýni. BYD er mest seldi elbilur í heiminum. Navnið stendur fyri "Build Your Dreams". BYD Sealion 7 [...] útgávu tú velur, so fært tú ein væl gjørdan og væl útgjørdan bil. Sum á flestu elbilum er battaríið í botninum á bilinum. Hetta gevur sera góðar og stabilar koyrieginleikar. Eisini er bilurin væl ljóðdoyvdur
hevur fingið fimm stig í seks teimum fyrstu dystunum í nýggja kappingarárinum. Í Romsdals Budstikke, sum er lokalblaðið í Molde, hava teir kravt venjarahøvdið á einum fati, og í stuðulsfelagnum hava teir [...] væl, áðrenn sáttmálaskeiðið var runnið. Hvussu nógv tað er í pengaposunum er loyniligt. Odd Berg er nýggjur venjari í Molde. Hann er kent andlit í felagnum. Eftir at Gunder Bengtsson var vorðin venjari, varð [...] liðs og til dreingjalið svenjara. Men nú er tað hann, sum situr á toppinum. Soleiðis gongur tað her í verðini! At Gunder Bengtsson varð uppsagdur kom ikki óvæntað í Molde. Sunnukvøldið varð kreppubólkur
og Rúni Leitisstein. Haldur Vang, sum sjálvur er stjóri í felagnum, sigur, at teir í byrjanini húsaðust í leigaðum hølum í Runavík, men síðan hann í november 2008 keypti ein verkstaðsbygning á havnalagnum [...] nógv lættari. - Nú kunnu vit bæði saga og samla sperrurnar samstundis. Tað kundu vit ikki í Runavík, tí pláss var ikki til tað. Bygningurin, sum Haldur Vang keypti á Toftum í novembermánaða í fjør, er 25x18 [...] framkomin. - Vit hava eitt nú serstøk tekniforrit og dátustýrda sag, leggur hann aftrat. Aftrat sær hevur timburmeistarin tveir mans, sum eru við í dagliga arbeiðnum. - Nú fólk hava verið í summarfrí, hevur verið
Gransking átti nógv rúm í valstríðnum upp til løgtingsvalið 19. januar í ár. Politikarar førdu seg fram við lyftunum um, at nú var nóg mikið tosað, nú skuldi nakað henda innan føroyska gransking. Tað kann [...] einsamallur granskari á økinum, og samstundis skal hetta passa inn í alt annað arbeiði, sum hann fæst við. - Eg havi granskað í surimi í eini fimm ár, men tað er eisini ein spurningur um pengar. Og tá eg [...] skal standa sína roynd úti í markini. Men sum nevnt skal meiri teoretiski parturin leggjast fyri stóra ráðstevnu í India, sum verður í døgunum 28. til 30. desember. - Talan verður í stóran mun um somu framløgu
teir fóru at byggja ítróttarhúsið í Hólmanum, stovnaðu teir báðir saman Sp/f Búð, sum teir eiga hvør sína helvt í. Báðir eru stjórar í felagnum, og tilsamans í fyritøkuni í dag eru teir 12 mans, allir timburmenn [...] tað, sum tær eru seldar fyri, sigur Tonny S. Kruse hjá Sp/f Búð. Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin og sum fæst til keyps í blaðsølunum kring landið, er stórt serblað um Sundalagið. [...] Beint vestanfyri Frælsi á Eiði, sum húsast í bygninginum, ið áður var Hotel Eiði, hevur byggifyritøkan, Sp/f Búð, bygt sjey íbúðir, sum nú eru um at verða lidnar. Íbúðirnar liggja við Kolsveg, sum vegurin
árinum á eini leið, men í summar og í heyst hevur lítið verið at fingið hjá línuskipunum. Fleiri skip rokaðust um hesa tíðina í fjør, og eitt nú fingu tey nógvan tosk á Føroyabanka. Men nú er lítil og eingin [...] ávísum leiðum er upsin nú heldur frægari, eitt nú á leiðunum rundan um Føroyabanka. Tað er bara spell, at meira ikki fæst fyri hendan fiskin, heldur hann. Línuskipini Formaðurin í Reiðarafelagnum sigur [...] fyri kilo í ár upp í 16 krónur fyri kilo. - Í løtuni eru fleiri línuskip undir Íslandi, har vit eiga eina samlaða kvotu upp á 5.600 tons. Ein vanlig kvota hjá einum línubáti er 218 tons, harav í mesta lagi
fáa fleiri sildaskip at landa til stóra virkið í Kollafirði. Felagið valdi at samstarva við Taabbel Fiskeeksport, tí virkið í Skagen hevur drúgvar royndir í at skera flak. Umframt hetta hevur felagið eisini [...] Sverri Hansen, nevndarformaður í Kollafjørð Pelagic. Tættari samstarv V.G. Mikkelsen, sum stjórnar og eigur Taabbel Fiskeeksport sær eisini stórar møguleikar í samstarvinum. - Nú kunnu vit lata frystan fisk [...] avtala, ið samansjóðar tvær fyritøkur, sum virka á tveimum týdningarmiklum økjum í norðurlendskum fiskiídnaði. Avtalan, sum í fyrstu atløgu fevnir um fryst sildafløk á evropeiska marknaðin, fer at gagna virkjunum
um eitt mál, har vit ikki koma nakran vet Hon sigur, at væntandi fæst greiði á málinum einaferð í hesi vikuni. Vil ikki gjalda Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at ósemjan við Landsverkfrøðingin [...] skulu hava fyri at vera á tilkallivakt um kvøldið. Í sáttmálanum er lønin fyri at vera á tilkallivakt 14 krónur um tíman mitt í viku og 28 krónur í vikuskiftunum. Men verða menninir boðsendir til arbeiðis [...] ngurin er sinnaður at betala tilkallivakt um morgnarnar og í vikuskiftunum, men ikki um kvøldarnar gerandisdagar. Tað skal fáast í rættlag nú, annars er onki at gera, uttan at niðurlegja kavaruddingina
harafturat er Ternan I vorðin so gomul, at neyðugt er við íløgu í eitt nýtt skip, skal leiðin halda fram. Fingið boð at spara Landsstýrismaðurin í samferðslumálum vísir á, at hann hevur ein ógvuliga avmarkaðan [...] ímillum Skálafjørðin og Havnina. ? Leiðin gevur stórt hall, sum hon er nú, og harafturat er staðfest, at Ternan I skal umbyggjast fyri í minsta lagi 6 milliónir krónur næsta ár, skal hon lúka altjóða krøv [...] Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum vil hava løgtingslógina um fólka- og farmaflutning broytta, soleiðis at Strandferðslan kann gevast at sigla millum Skálafjørðin og Havnina. Orsøkin til