Gransking átti nógv rúm í valstríðnum upp til løgtingsvalið 19. januar í ár.
Politikarar førdu seg fram við lyftunum um, at nú var nóg mikið tosað, nú skuldi nakað henda innan føroyska gransking.
Tað kann væl vera, at intentiónirnar vóru góðar, men lutfalsliga fáu granskararnir í Føroyum hava neyvan merkt ta stóru broytingina higartil eftir valið.
Men at gransking í Føroyum hevur áhuga uttanlands hevur Helgi Nolsøe, granskari á Fiskirannsóknarstovuni, merkt. Fyri lítlum ári síðani fekk hann innbjóðing heilt úr Kina um at koma á eina ráðstevnu, sum skipað varð fyri har, og nú ein dagin fekk sami granskari enn eina innbjóðing, hesaferð til eina stóra ráðstevnu í India.
- Eg havi seinastu fimm árini granskað meira og minni konsentrerað við at menna eina nýggja skipan at útvinna surimi. Hesin nýggi hátturin økir um úrtøkuna við upp til 25%, eins og hann samstundis ikki er so dálkandi sum gamli hátturin, sigur Helgi Nolsøe.
Føroyski granskarin sigur seg ikki heilt vita, hvussu indiumenn eru komnir eftir hansara gransking, men hann hevur kortini latið frágreiðing frá sínari gransking til sertíðarrit innan økið, og heldur hann tí, at tað er har ígjøgnum, at fyrireikararnir av hesari ráðstevnuni eru vornir varðugir við hann.
Stór verkætlan
Helgi Nolsøe er einsamallur granskari á økinum, og samstundis skal hetta passa inn í alt annað arbeiði, sum hann fæst við.
- Eg havi granskað í surimi í eini fimm ár, men tað er eisini ein spurningur um pengar. Og tá eg eri einsamallur og samstundis fáist við fleiri aðrar verkætlanir, so sigur tað seg sjálvt, at tað tekur sína tíð, sigur Helgi Nolsøe.
Men granskingin er nú komin hartil, at ítøkiligar ætlanir liggja á borðinum.
- Ætlanin er at fara undir eina størri verkætlan komandi ár, har ætlanin er at fara undir at framleiða størri nøgdir av surimi. Hetta verður gjørt í samstarvi við Vinnuna í Gøtu, Fiskavirking, Noma-tek og Sea-gaine hjá Torben Johansen, sigur Helgi Nolsøe.
Talan er sum nevnt um eina stóra verkætlan, har granskingin hjá Helga Nolsøe skal standa sína roynd úti í markini.
Men sum nevnt skal meiri teoretiski parturin leggjast fyri stóra ráðstevnu í India, sum verður í døgunum 28. til 30. desember.
- Talan verður í stóran mun um somu framløgu, sum eg hevði í Kina í mai mánaði, sigur Helgi Nolsøe, sum gleðir seg til enn einaferð innan lutfalsliga stutta tíð at taka lut á stórari ráðstevnu fjart frá okkara leiðum.