Vikuskiftið hevur verið friðarligt hjá løgregluni, í øllum førum hvat býarlívinum viðvíkur. Men í gjár var løgreglan úti í ferðsluni, og tað gav nakrar bøtur og klipp koyrikortið í Klaksvík, har fólk hava lyndi at koyra ímóti ferðslurætninginum í Bøgøtu, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun. Tað gav sjey bilførarum klipp í koyrikortið.
Viðvíkjandi hóttanunum til tingfólk, sum atkvøddu fyri fosturtøkulógini, sum vit hava umrøtt um vikuskiftið, sigur vaktleiðarin, at tey síðani fríggjakvøldið hava fingið nakrar fráboðanir afturat frá tingfólki, og at tey á fundi klokkan 9 í morgun fara at umrøða málið.
– Alt verður nú samlað í eitt mál, og so verður gjørt av á fundinum, hvussu vit víðari fara fram, sigur vaktleiðarin.
Greitt er, at tað er ein maður við sálarligum avbjóðingum í Danmark, sum hevur sent hóttanirnar. Men løgreglan hevur enn ikki tosað við mannin.










