Vil avtaka Skálafjarðarleiðina

Tað gevur eitt hall á 11 túsund krónur um dagin at sigla við Ternuni I millum Skálafjørðin og Havnina. Harafturat má nýtt skip útvegast, skal leiðin halda fram. Tí vil landsstýrismaðurin í samferðslumálum hava leiðina avtikna

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum vil hava løgtingslógina um fólka- og farmaflutning broytta, soleiðis at Strandferðslan kann gevast at sigla millum Skálafjørðin og Havnina.

Orsøkin til hetta er, at leiðin er alt ov kostnaðarmikil. Hallið av leiðini er 11 túsund krónur um dagin, og harafturat er Ternan I vorðin so gomul, at neyðugt er við íløgu í eitt nýtt skip, skal leiðin halda fram.


Fingið boð at spara

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum vísir á, at hann hevur ein ógvuliga avmarkaðan karm. Hann hevur fingið boð at spara har, hann kann. Tí heldur hann, at tað er rætt at spara hesa leiðina burtur, tá tað kortini ber til at koyra ímillum Skálafjørðin og Havnina.

? Leiðin gevur stórt hall, sum hon er nú, og harafturat er staðfest, at Ternan I skal umbyggjast fyri í minsta lagi 6 milliónir krónur næsta ár, skal hon lúka altjóða krøv, sigur Bjarni Djurholm.

Samstundis vísir Bjarni Djurholm á, at Ternan I er meira enn 40 ára gomul, og tí er tað ikki serliga skilagott at umvæla hana fyri so stóra upphædd.

? Skal leiðin halda fram, hava vit tríggjar møguleikar. Tann fyrsti er at leiga eitt skip til leiðina. Hetta kemur at kosta 8 milliónir árliga. Næsti møguleikin er at keypa eitt brúkt skip til leiðina. Hetta kemur at kosta millum 10 og 20 milliónir. Triðji møguleikin er at byggja eitt skip. Hetta verður ein íløga á millum 40 og 60 milliónir krónur, vísir Bjarni Djurholm á.


Tveir møguleikar

Hetta, Heldur Bjarni Djurholm, gevur løgtinginum tveir møguleikar. Tað kann velja at broyta løgtingslógina fyri fólka- og farmaflutning, soleiðis at leiðin verður niðurløgd. Ella kann tað velja at játta pening til at keypa nýtt skip til leiðina.

? Eg mæli til, at leiðin verður avtikin. Tí samsvar er ikki ímillum tað, sum tað kemur at kosta at varðveita leiðina og tað, sum fæst burturúr, sigur Bjarni Djurholm.