Hetta vísa tøl hjá ísraelska herinum, og tað er ávísin, Haaretz, sum endurgevur.
Við í hesum tølum eru ikki teir, sum hava tikið lívið av sær eftir, at teir vóru farnir úr krígnum.
Higartil í ár hava 19 ísraelskir hermenn tikið lívið av sær, meðan teir vóru í aktivari tænastu, vísa tølini.
- Harumframt hava 12 aðrir hermenn beint fyri sær, eftir at teir hava verið í hertænastu seinastu trý árini, veit Haaretz at siga.











