Línuskipini: Ein glotti undir Íslandi

- Vantandi toskafiskiskapur, bíligur upsi, dýrari agn og olja tyngja nógv um hjá ísfiskaflotanum í løtuni, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein

Fiskivinna

Væntandi er ikki, at hetta árið fer at roynast nakað serligt hjá ísfiskaflotanum.
Formaðurin í Reiðarafelagnum, Jákup Sólstein, vísir á, at trupulleikin hjá partrolarum og lemmatrolarum í fyrsta lagi er, at prísurin á upsa framvegis er sera lágur, samstundis sum oljuútreiðslurnar í hesum árinum eru nógv øktar.
- Bara í hesum árinum eru prísirnir á olju til skipini øktir við 50%, og hetta tyngir ógvuliga nógv um raksturin hjá partrolarunum og lemmatrolarunum. Haraftrat kemur, at upsaprísurin, sum leingi hevur verið ógvuliga lágur, lítið og einki er øktur.
Jákup vísir á, at tað, sum hóast alt hevur gjørt, at trolaraflotin hórar, er, at nøgdirnar av upsa leingi hava verið so stórar.
- Fiskurin hevur verið ógvuliga smáfallandi, men á ávísum leiðum er upsin nú heldur frægari, eitt nú á leiðunum rundan um Føroyabanka. Tað er bara spell, at meira ikki fæst fyri hendan fiskin, heldur hann.

Línuskipini

Formaðurin í Reiðarafelagnum sigur, at raksturin hjá línubátunum heldur ikki er hin sami, sum fyri bert einum ári síðan.
- Sum eg havi skilt, royndist fyrri helmingur av árinum á eini leið, men í summar og í heyst hevur lítið verið at fingið hjá línuskipunum. Fleiri skip rokaðust um hesa tíðina í fjør, og eitt nú fingu tey nógvan tosk á Føroyabanka. Men nú er lítil og eingin toskur at fáa nakrastaðni, heldur ikki á Føroyabanka.
Jákup vísir á, at øktu oljuútreiðslurnar eisini raka línuskipini, umframt at agnið er vorðið nógv dýrari.
Her vísir hann á, at prísirnir á høgguslokki eru øktir úr 10 krónum fyri kilo í ár upp í 16 krónur fyri kilo.
- Í løtuni eru fleiri línuskip undir Íslandi, har vit eiga eina samlaða kvotu upp á 5.600 tons. Ein vanlig kvota hjá einum línubáti er 218 tons, harav í mesta lagi 25% av veiðini kann vera toskur.
Jákup Sólstein sigur, at hann um dagarnar hevur skilt, at línuskipini hava hampiliga góðan fiskiskap undir Íslandi, og hann hevur eisini skilt, at okkurt av skipunum hevur fingið upp í kassarnar.
- Heystið og tíðin fram til ársskiftið plagar at roynast hampiliga væl hjá línuskipunum undir Føroyum. So, vit kunnu vóna, at túrarnir undir Íslandi og bøttur fiskiskapur undir Føroyum tað, ið eftir er av árinum, fer at gera, at árið 2004 ikki verður so galið hjá línuflotanum hóast alt, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum at enda.