- Fýra íbúðir vórðu seldar beinanvegin. Síðan fóru hinar so við og við, og hin seinasta er seld fyri umleið tveimum mánaðum síðan, sigur Tonny S. Kruse hjá Sp/f Búð á Eiði.

Sjey íbúðir skjótt klárar

- Vit gjørdu avtalu við keypararnar um, at prísurin fór at verða 2,1 miljón krónur, og hetta er tað, sum íbúðirnar eru seldar fyri, sigur Tonny S. Kruse.

 

- Fýra íbúðir vórðu seldar beinanvegin. Síðan fóru hinar so við og við, og hin seinasta er seld fyri umleið tveimum mánaðum síðan, sigur Tonny S. Kruse hjá Sp/f Búð á Eiði.

Beint vestanfyri Frælsi á Eiði, sum húsast í bygninginum, ið áður var Hotel Eiði, hevur byggifyritøkan, Sp/f Búð, bygt sjey íbúðir, sum nú eru um at verða lidnar. Íbúðirnar liggja við Kolsveg, sum vegurin kallast, og tær eru allar 95 fermetrar í einari hædd.

 

Í hvørjari íbúð eru tvey kømur, og felags fyri allar íbúðirnar er, at útsýnið omaneftir er fantastiskt. 

 

Teir, sum eiga Sp/f Búð, eru feðgarnir, Anfinnur Kruse og Tonny S. Kruse. Anfinnur hevur smíðað í eini 40 ár, og Tonny lærdi til timburmann hjá pápanum. Tá hann gjørdist liðugur sum timburmaður í 2008, fór hann niður til Danmarkar at lesa til byggifrøðing. 

 

Tonny S. Kruse sigur, at tá teir fóru at byggja ítróttarhúsið í Hólmanum, stovnaðu teir báðir saman Sp/f Búð, sum teir eiga hvør sína helvt í. Báðir eru stjórar í felagnum, og tilsamans í fyritøkuni í dag eru teir 12 mans, allir timburmenn og snikkarar.

 

- Vit hava faktiskt bara fólk her úr Sundalagnum – frá Eiði og suðureftir, sigur hann. 

 

Tá Eiðis kommuna fyri nøkrum árum síðan bjóðaði út grundstykki til íbúðarbygging, har íbúðirnar nú eru bygdar, varð sagt, at grundstykkið var um 2800 fermetrar. 

Tað var Sp/f Búð, sum vann útboðið.

 

##med2##

 

Íbúðirnar eru bygdar eftir nútímans krøvum, og tær verða hitaðar við hitapumpum – við einari skipan í hvørjari íbúð, sum er neyðugt, tá hetta eru eigaraíbúðir. Skipanin við hitapumpu hevur riggað væl, har hesar skipanir eru.

 

Sp/f Búð hevur havt undirveitarar til eitt nú rør, el- og málarararbeiði.

 

Nú fyrstu íbúðirnar næstan eru klárar at flyta inn í, eru tær eisini lyklaklárar, og brosandi sigur Tonny, at her er bara hjá teimum, sum hava keypt, at taka seingina við sær. 

 

Hann vísir á, at fýra íbúðir vórðu seldar beinanvegin, tá tað gjørdist alment, at Sp/f Búð fór í holt við hesa verkætlan. Síðan fóru hinar so við og við, og hin seinasta er seld fyri umleið tveimum mánaðum síðan.

 

- Vit gjørdu eina avtalu við keypararnar um, at prísurin fór at verða 2,1 miljón krónur fyri hvørja íbúð, og hetta er tað, sum tær eru seldar fyri, sigur Tonny S. Kruse hjá Sp/f Búð.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin og sum fæst til keyps í blaðsølunum kring landið, er stórt serblað um Sundalagið.

 

 

 

 

 

- Fýra íbúðir vórðu seldar beinanvegin. Síðan fóru hinar so við og við, og hin seinasta er seld fyri umleið tveimum mánaðum síðan, sigur Tonny S. Kruse hjá Sp/f Búð á Eiði.