Spennandi samstarv um sildina

Í morgun skrivaðu Kollafjørð Pelagic og Taabbel Fiskeeksport í Skagen undir eina avtalu, sum fer at økja virksemið hjá fyritøkunum munandi. Talan er í fyrstu atløgu um munadygt, norðurlendskt sildasamstarv, sum røkkur frá bryggjukantinum í Norðuratlantshavi heilt niður á evropeiska marknaðin. Samstarvið kann gerast enn tættari í framtíðini.

Kollafjørður: Samstarvsavtalan, sum Kollfjørð Pelagic og Taabbel Fiskeeksport, er ein avtala, ið samansjóðar tvær fyritøkur, sum virka á tveimum týdningarmiklum økjum í norðurlendskum fiskiídnaði.
Avtalan, sum í fyrstu atløgu fevnir um fryst sildafløk á evropeiska marknaðin, fer at gagna virkjunum, sildaskipunum og evropeiska matvørumarknaðinum sum heild.
Kollafjørð Pelagic, sum higartil hevur fryst heila, runda sild, roynir við samstarvinum at styrkja felagið og at fáa fleiri sildaskip at landa til stóra virkið í Kollafirði.
Felagið valdi at samstarva við Taabbel Fiskeeksport, tí virkið í Skagen hevur drúgvar royndir í at skera flak. Umframt hetta hevur felagið eisini eitt munagott sølunet um alt Evropa.
Samstarvið hevur við sær, at Kollafjørð Pelagic nú eisini fer at senda fryst sildafløk á evropeiska marknaðin. Talan verður eisini um at góðska sildina á annan hátt.

Tvífalda rávørunøgdina
Nevndarformaðurin í Kollafjørð Pelagic fegnast um samstarvsavtaluna.
Sverri Hansen sigur, at samstarvið fer uttan iva at bera við sær, at tað verður lættari hjá skipunum at sleppa av við sildina undir støðugum viðurskiftum.
- Nú kunnu vit bjóða teimum stóru, nútímans skipunum, sum tøkniliga eru sera væl útgjørd, eitt gott landingarstað. Kollafjørð Pelagic kann tryggja teimum høga góðsku til ein umfatandi matvørumarknað umvegis netverkið hjá Taabbel Fiskeeksport.
- Vit vænta at tvífalda rávørunøgdina til okkara virki, sigur Sverri Hansen, nevndarformaður í Kollafjørð Pelagic.

Tættari samstarv
V.G. Mikkelsen, sum stjórnar og eigur Taabbel Fiskeeksport sær eisini stórar møguleikar í samstarvinum.
- Nú kunnu vit lata frystan fisk til matna á tann stóra evropeiska marknaðin. Tað hevur ikki verið møguligt áður. Harumframt fáa vit nú møguleikan at vinna marknaðarpartar aftur, sum vit mistu, tá ið norðmenn bannaðu sínum skipum at landa norðhavssild á danska marknaðin og í øðrum ES-londum, sigur V.G. Mikkelsen.
Kollafjørð Pelagic og Taabbel Fiskeeksport vísa á, at samstarvsavtalan er eitt ítøkiligt dømi um norðurlendskt samarbeiði í tí áhaldandi alheimsgerðini.
Avtalan millum virkini letur eisini upp fyri møguleikanum at knýta fyritøkurnar uppaftur tættari saman, og tað kann koma upp á tal, at Taabbel Fiskeeksport fer at keypa partabrøv í Kollafjørð Pelagic.

Skera og frysta
Kollafjørð Pelagic kann frysta 400 tons um samdøgrið, og samstarvið við Taabbel Fiskeeksport ber við sær, at virkið í Kollafirði verður ført fyri at skera og frysta 270 tons av norðhavssild um samdøgrið í eitt longri tíðarskeið. Harvið fæst sum mest burtur úr sildini til matna.
Starvsfólk hjá Taabbel Fiskeeksport hava havt ábyrgdina av at seta upp flakamaskinur á føroyska virkinum.