Tað mundu vera mong, sum, sum bíðaði við størsta spenningi eftir, hvussu tað fór at vera við kavaruddingini, nú hann aftur legðist við høgætt og kavarokið
Seinasta vikuskiftið hótti Føroya Arbeiðarafelag nevniliga við at niðurleggja alla kavarudding, næstu ferð, tað fór at kava.
Orsøkin er, at ósemja hevur tikið seg upp um, hvørja løn arbeiðsmenninir hjá Landsverkfrøðinginum skulu hava fyri vera á tilkallivakt um kvøldarnar.
Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag segði við Sosialin fekst ikki semja, er bara eitt at gera og tað er at niðurleggja kavaruddingina.
Og tað hevði lagt alla samferðslu á landi í Føroyum lamna, um tað fer at kava.
Takast í fullum álvara
Men nú uppundir vikuskiftið hendi júst tað, at tað fór at kava av grimd, men Landsverkfrøðingurin- gróv við sama lag - og tað ger hann enn.
Men Ingeborg Vinther leggur stóran dent á, at hetta merkir ikki, at fráboðanin seinasta vikuskiftið bara var tóm orð.
? Fráboðanin skal takast í størsta álvara. Og hon stendur framvegis við, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at í farnu viku kom eitt nýtt uppskot frá Landsverkfrøðinginum um, hvusssu arbeiðsmenninir skulu lønast fyri tilkallivaktirnar um kvøldið.
Og nú er tað so, at menninir hjá Landsverkfrøðinginum eru spjaddir um alt landið, so tað tekur sína tíð at fáa eitt slíkt uppskot viðgjørt.
Og fyrrenn tað er liðugt viðgjørt, verða sjálvandi ongi tiltøk sett í verk.
Men Ingeborg Vinther leggur dent á, at er uppskotið ikki nøktandi, er onki at gerast uttan at niðurleggja kavaruddingina.
? Tað er eitt mark fyri, tí tað er eitt mark fyri, hvussu leingi vit kunnu samráðast um eitt mál, har vit ikki koma nakran vet
Hon sigur, at væntandi fæst greiði á málinum einaferð í hesi vikuni.
Vil ikki gjalda
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at ósemjan við Landsverkfrøðingin snýr seg um, hvussu nógva løn, arbeiðsmenninir skulu hava fyri at vera á tilkallivakt um kvøldið.
Í sáttmálanum er lønin fyri at vera á tilkallivakt 14 krónur um tíman mitt í viku og 28 krónur í vikuskiftunum.
Men verða menninir boðsendir til arbeiðis, fáa teir vanliga tímaløn við tí ískoyti, teir eiga at fáa, men tær 14, ella 28 krónurnar um tíman fyri tilkallingina, missa teir.
Ingebrog Vinther sigur, at Landsverkfrøðingurin er sinnaður at betala tilkallivakt um morgnarnar og í vikuskiftunum, men ikki um kvøldarnar gerandisdagar. Tað skal fáast í rættlag nú, annars er onki at gera, uttan at niðurlegja kavaruddingina, sigur Ingeborg Vinther.