Molde venjarin hevur fingið sekkin

Úrtøkan hevur verið lítil og atfinningarnar nógvar, og tað hevði hósdagin við sær, at Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir fingu nýggjan venjara

Seinnapartin hósdagin varð tað greitt, at Molde venjarin hálvt triðja seinasta árið hevði fingið sekkin. Molde hevur fingið fimm stig í seks teimum fyrstu dystunum í nýggja kappingarárinum. Í Romsdals Budstikke, sum er lokalblaðið í Molde, hava teir kravt venjarahøvdið á einum fati, og í stuðulsfelagnum hava teir sagt seg vita, at fimtan av spælarunum ikki hava havt álit á venjaranum.
Hósdagin varð so á tíðindafundi boðað frá, at nú eitur venjarin í Molde ikki Gunder Bengtsson. Hann var saman við hjálparvenjaranum og svenska landsmanninum, Kalle Bjørklund, loystur úr starvinum. Saman við uppsøgnini hava teir báðir fingið hvønn sína posa við pengum fyri at fara úr felagnum væl, áðrenn sáttmálaskeiðið var runnið. Hvussu nógv tað er í pengaposunum er loyniligt.
Odd Berg er nýggjur venjari í Molde. Hann er kent andlit í felagnum. Eftir at Gunder Bengtsson var vorðin venjari, varð Odd degraderaður frá 2. liðs og til dreingjalið svenjara. Men nú er tað hann, sum situr á toppinum. Soleiðis gongur tað her í verðini!
At Gunder Bengtsson varð uppsagdur kom ikki óvæntað í Molde. Sunnukvøldið varð kreppubólkur settur at viðgera støðuna, og tá søgdu fleiri aðrir venjarar í Noregi, at talan var um so stórt misálit á venjaran, at teir ikki høvdu funnið seg í tí.Men 57 ára gamla sviin segði seg ikki hava hoyrt nakað frá leiðsluni, og hann ætlaði at halda fram, inntil hann hevði hoyrt, at hann ikki skuldi gera tað.

Peningatrot
Á tíðindafundi hósdagin ásannaði Gunder Bengtsson kortini, at hann teir síðstu dagarnar hevði roknað við, at tíðin hjá honum ikki fór at verða so long, sum tað í sáttmálanum var fyriskrivað. Ússaligu gongdina í hesum kappingarárinum gav venjarin peningatroti skuldina fyri.
? Vit hava havt sum aðalmál, at vit í 2005 skuldu vinna meistaraskapin, og at vit fram ímóti NM skuldu vinna heiðurskrónur. Í fyrraárið endaðu vit á fjórða plássi, og í fjør vunnu vit silvurmerkini. Tá vóru øll nøgd. Í vetur staðfestu vit, at um málið skuldi røkkast, so var neyðugt at fáa fleiri nýggjar og góðar spælarar. Vit vóru í sambandi við bæði norskar og útlendskar spælarar. Men so komu boðini frá leiðsluni um, at tað vóru ikki pengar at keypa fyri. Tað er høvuðsorsøkin til, at vit liggja soleiðis fyri, sum vit gera nú, staðfesti nú fyrrverandi venjarin. Og so fæst at síggja, um Odd Berg fer at fáa meiri burturúr.