Ídnaður
Tað krevur nógv at byggja sethús og aðrar bygningar. Tá menn koma nakað upp í árini, gerst slíkt arbeiði rættiliga strævið kropsliga.
Haldur Vang, timburmeistari á Toftum, tók fyri nøkrum árum síðan avleiðingarnar av hesum og fór sum einasti útbjóðari í Føroyum undir at smíða sperrur burturav.
- Vit eru tríggir sum eiga smápartafelagið Sp/f SperrCon. Aftrat mær, eru Petur Andersen og Rúni Leitisstein.
Haldur Vang, sum sjálvur er stjóri í felagnum, sigur, at teir í byrjanini húsaðust í leigaðum hølum í Runavík, men síðan hann í november 2008 keypti ein verkstaðsbygning á havnalagnum á Toftum, eru umstøðurnar vorðnar nógv betri.
- Sum árini ganga, og tú eldist eitt sindur, gerst tað ov strævið at smíða hús, sigur timburmeistarin, sum gjøgnum árini hevur bygt mong sethús og hevur havt nógv timburvirksemi av ymiskum slagi.
Haldur Vang, sum sjálvur eigur verkstaðsbygningin á Toftum, sigur, at nýggju hølini gera arbeiði við sperrunum nógv lættari.
- Nú kunnu vit bæði saga og samla sperrurnar samstundis. Tað kundu vit ikki í Runavík, tí pláss var ikki til tað.
Bygningurin, sum Haldur Vang keypti á Toftum í novembermánaða í fjør, er 25x18 metrar stórur.
- Hetta er eitt nútímans sperruvirki, har vit kunnu gera arbeiði á sløttum gólvi, sum hann tekur til. Tað er einki annað slíkt virki í Føroyum, sum burturav – og bara – fæst við at gera sperrur, serliga til sethúsamarknaðin.
Haldur vísir á, at umboðini, teir hava útvegað sær, eru nokso kostnaðarmikil, og tey eru eisini framkomin.
- Vit hava eitt nú serstøk tekniforrit og dátustýrda sag, leggur hann aftrat.
Aftrat sær hevur timburmeistarin tveir mans, sum eru við í dagliga arbeiðnum.
- Nú fólk hava verið í summarfrí, hevur verið rættiliga deydligt við fyrispurningum, men vit vóna, at meira verður at gera, sum heystið líður, sigur hann.
Haldur Vang sigur, at nú so lítið virksemi hevur verið í summar, hava teir fingist við at sett bygningin í betri stand.
- Vit hava klætt bygningin innan og hava lagt hita í hann, so hann verður uppaftur betri egnaður til okkara virksemi.
Timburmeistarin sigur, at fer eftirspurningurin at veksa, sum hann hevur vónir um, er einki til hindurs fyri, at teir kunnu verða fýra mans til arbeiðis hjá Sp/f SperrCon.
- Fólk eru vælkomin at venda sær til okkara við fyrispurningum, leggur Haldur Vang, timburmeistari, aftrat.