øllum alvi til tess at fyribyrgja at nakar kann sleingja eftir tí, at tað setir seg í sama bólk sum Indonesia. Øll orsøk er hin vegin til at halda, at Danmark í hesum føri fer at halda seg til ta fyrimynd [...] at kvetta allar almennar veitingar til Eysturtimor um so er, at hetta land gerst eitt sjálvstøðugt ríki.? Við øðrum orðum, lond sum bera seg soleiðis at, gerast til útskot í altjóða samfelagnum. Danmark [...] grunn, sum var so stórur, at árligu renturnar av honum svaraðu til tær veitingar, sum higartil høvdu staðið á donsku fíggjarlógini, markaðar til Ísland. Nú skulu føroyingar fara undir samráðingar við Danmark
vinstru varð sent í brotsteigin til hansara, ber sjálvsagt ikki til at siga nakað um. Í staðin fyri at temja og royna móti málinum, valdi leigusveinurin at stúta upp á tvørs til sera spaka Rógva Jacobsen, og [...] Høgnesen misti fyri føtuarnar á Rógva Jacobsen, ið smekkaði til beinanvegin, men í annars manntóma málinum stóð Ronnie Samuelsen, ið hevði verið orsøkin til frísparkið, á strikuni og sparkaði burtur. Tíðin arbeiddi [...] fyri, men burtursæð frá fløtum tvørbólti, sum Jan Allan Müller ikki rakk fram til eftir innlegg úr høgru, spældi KÍ seg ikki til ein tann einasta upplagda málmøguleika. B36 vildi sjálvsagt ikki eins nógv
Julian Johnsson kom í felagið, og sum vóru serliga góð fyrstu dystirnar eftir at Kut Mørkøre var komin úr Klaksvík, hava ikki verið endurtikin tvey tey síðstu vikuskiftini, og nú er tað ikki nógv, sum [...] eftir at tað í steðginum hevði verið málleyst. Lyn kom beinanvegin í 2. hálvleiki á odda, og teir øktu til 2?0, áðrenn Sogndal fram móti dystarenda svaraði aftur. Nú eru hesi bæði liðini jøvn við 39 stigum
framleiðslu. Tá mugu teir sum eiga fiskin eisini vera til reiðar til at taka ein part av »fíggjarváðanum«, við at gera avtalur um eina lutfalsliga stóra nøgd til ein fastan prís, leggur Hans Johannes á Brúgv afturat [...] hava meira fiska at arbeiða við, so eru kanska útlit til, at tey betur tora taka slíkar avgerðir, sum eitt nú at binda seg til at selja 1000 tons til eina ávísa framleiðslu, og at sleppa vanatankanum um [...] virkir til at framleiða lidnar vørur. Fiskasølustjórin ósamdur Hans Johannes á Brúgv er stjóri á Fiskasøluni, men hann er ikki samdur við undanmanninum. Hans Johannes heldur ikki at tað ber til at lasta
gongur ikki so long tíð, áðrenn tann sáttmálin er komin upp á pláss. ? Vit hava sett mánadagin og týsdagin av til Lærarafelagið, og vit vóna, at vit eru komin so mikið langt, at tað fer at líkjast einum sáttmála [...] hjá yngru læknunum ikki komin upp á pláss enn. ? Nei, vit bíða eftir svari frá læknunum, sigur Durita. ? Læknarnir fingu sama tilboð sum hinir lønarbólkarnir, og tað fóru teir til hús at hugsa um. Vit hava [...] sigur Durita Tausen. ? Tað ger, at vit hava nógv um at fara, og tað ger, at vit hava ringar stundir, til at arbeiða við tí dagliga, serliga meðan sjálvar samráðingar eru, sigur hon Nógv um at fara Tá so er
tíðarskeið, tekur einki av gleðini frá honum. Tað var jú orsøkin til, at hann segði ja, til at stilla upp í fyrsta umfari, og nú hann er komin har til, ger hann sum føroyska fótbóltslandsliðið gjørdi tá tað fór [...] stillaði upp til løgtingsval, so var tað ikki fyrstu ferð hann var á listanum hjá Javnaðarflokkinum. ? Eg stillaði upp til kommunuvalið í 1993, so eg havi roynt tað áður, sigur Bergur. Hvussu ber tað til, at tú [...] fór út í heim at spæla. Hann er har fyri at læra, og hann sýgur til sín av tí hann kann fáa at vita. Tað liggur til slagið Um enn Bergur er nýggjur á tingi, so man hann lutfalsliga vera betri fyri enn tey
Høgna Hoydal í Dimmalætting leygardagin 25. september 1999. Tá Áki Andreasen sigur at vit ikki eru komin heilt burtur úr kreppuni enn, so skilji eg als ikki, hví henda skund at koppa ríkisfelagsskapin eftir [...] kann sjálvur koma eftir hvussu nógv tímalønt vórðu uppsøgd, t.d. hjá tí almenna tað tíðina, í mun til onnur. Hvørjum eg vendi bakið ella ikki, skal eg nok sjálv finna út av. Eisini skal eg nok finna út [...] flokkurin hjá Áka Andreasen hevur gjørt á politiska víðvøllinum, man ikki verða tað stóra, tá tað kemur til tað sosiala øki, og samhaldsfasti politikkurin hevur so ongantíð verið borgarligur politikkur. Tað
trúboðarar í Ghana. Harumframt verður peningastuðul veittur til ein felagsskap í Tanzania. Serliga er tað samkoman í Vágunum, sum savnar pening inn til henda felagsskap, og kemur stórur partur av peninginum [...] hjá nógvum tykist ofta vera tann, at tá børnini nærkast ella eri komin í teenage árini, er eitt somikið stórt glopp ella tómrúm upp til møtini hjá teimum vaksnu, at fleiri ikki rættuliga kenna seg heima [...] eldri, ella kundi man sagt vorðin til ungdómar, eru tey við á ungdómsmøtunum. Á henda hátt vilja tey í samkomuni tryggja, at limirnir skulu kenna tað soleiðis, at tey hoyra til samkomuna allan vegin uppeftir
ljóst høvd kann fáa. Solisturin og fólkasangarin Hanus, ið fegin tekur til sín yrkjarar, ið tora at erta góðborgaran, og setir løg til yrkingar teirra. Aldubáran, sum er mannað av føroyskum yrkistónleikarum [...] mangan fær skot fyri bógvin. Í alt nýhugsan og dirvi innan tvey ymisk tónleikaøki, ið renna saman til frálíka eind. Djarvt Forvitnisligu konsertirnar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið og sunnukvøldið [...] síðani at stinga høvdið uppundan av og á, sum reið hann á bylgjum, má hann sigast enn einaferð at vera komin uppá ein aldurygg, væl stuðlaður av Aldubáruni.
við, at Herfølge skuldi teljast millum uppløgdu evnini til niðurflyting, men í nýggjum álopskendum stíli hevur liðið gjørt øllum døprum spádómum til skammar. Herfølge er nú á øðrum plássi, tvey stig aftanfyri [...] móti Jákupi Mikkelsen, sum var komin seg so mikið eftir skaðan, hann fekk í síðstu viku, at hann kundi spæla, men dómarin lat ikki við seg koma. Kenneth Jensen javnaði til 1?1, tá 34 minuttir vóru farnir [...] tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Fýra minuttir frammanundan sá einki út, tí tá javnaði Silkeborg til 2?2 við brotssparki, sum varð dømt, tí Steven Lustü hevði felt Nocko Jokovic. Silkeborg legði bragdliga