Tey, sum hava sítt dagliga yrki á lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum, hava havt úr at gera seinasta árið.
Nógvir sáttmálar fóru úr gildi í ár, og skuldu tí samráðast upp á pláss av nýggjum, og hóast tað ikki altíð er so stór ósemja um alt, so er tað nakað, sum tekur tíð.
Lønardeildin hevur, sambært heimasíðuni, ikki færri enn 31 sáttmálar, sum skulu avgreiðast áðrenn tey kunnu siga, at nú er liðugt, og tá hugsað verður um stríðið við at fáa sáttmálan hjá Starvsmannafelagnum upp á pláss, so er ikki so løgið, at tað tekur tí.
Tað er ikki tí, at vit skulu siga hvør tað var sum var ómøguligur, um nakar var tað yvirhøvur, men vit kunnu bara staðfesta, at Starvsmannafelagið er eitt stórt felag, sum fevnir um eina rúgvu av limum og nógv arbeiðsøki. Tí er tað torført.
Durita Tausen á lønardeildini staðfestir eisini at so er.
? Men nú fer at nærkast endanum, sigur hon og leggur afturat at tað bara eru einir seks ella sjey sáttmálar eftir at fáa upp á pláss.
Lærarafelagið er eitt av teimum stóru feløgunum, sum enn ikki hava fingið sáttmála, men gongur sum tey ætla á lønardeildini, so gongur ikki so long tíð, áðrenn tann sáttmálin er komin upp á pláss.
? Vit hava sett mánadagin og týsdagin av til Lærarafelagið, og vit vóna, at vit eru komin so mikið langt, at tað fer at líkjast einum sáttmála, sigur Durita.
Hjálparlæknarnir
hugsa enn
Fyri nøkrum vikum síðani greiddu vit á hesum síðum frá, at tað leikaði hart á í samráðingunum millum Lønardeildina og felagið hjá yngru læknum í Føroyum.
Yngru læknarnir vildu hava munandi meir enn Fíggjarmálaráðið vildi geva, og tað gav seg aftur í stórum yvirskriftum, sum m. a. søgdu at yngru læknarnir vildu hava »danska« løn.
Hóast tað, so er sáttmálin hjá yngru læknunum ikki komin upp á pláss enn.
? Nei, vit bíða eftir svari frá læknunum, sigur Durita.
? Læknarnir fingu sama tilboð sum hinir lønarbólkarnir, og tað fóru teir til hús at hugsa um. Vit hava einki hoyrt frá teimum síðani, men vit vænta at tað verður heilt skjótt sigur Durita.
Drúgt arbeiði
Annars er Lønardeildin í holt við at gera ein heilt nýggjan sáttmála.
Lærararnir á handilsskúlunum kring landið hava ongantíð havt sáttmála, men tað skulu teir so nú.
Hetta arbeiðið er í gongd, og hóast meginparturin er rímuliga greiður frammanundan, so tekur tað eitt sindur av tíð at fáa ein heilt nýggjan sáttmála frá hondini.
Annars sigur Durita, at tað er so sera drúgt, at fáa allar sáttmálarnar upp á pláss.
? Fyri tað fyrsta tí at tað eru so nógvir sáttmálar og tí so nógv um at fara, sigur hon, men eisini tí at vit eru so fá fólk á deildini sammett við hvussu stór uppgávan er, sigur hon.
? Vit eru fýra fólk, sum arbeiða við lønarsamráðingunum burturav, sigur Durita Tausen.
? Tað ger, at vit hava nógv um at fara, og tað ger, at vit hava ringar stundir, til at arbeiða við tí dagliga, serliga meðan sjálvar samráðingar eru, sigur hon
Nógv um at fara
Tá so er, at so fá starvsfólk skulu takast við so nógvar sáttmálasamráðingar, so ger tða sjálvsagt, at tað verður so øgiliga nógv um at fara hja hvørjum teirra.
? Vit eru sum sagt fýra fulltrúar og tvey skrivstovufólk. Tað er á leið tað dupulta av tí tey vóru fyri ikki so langari tíð síðani, sigur hon og leggur afturat, at tað er sja´lvsagt eitt sindur ymiskt hvussu nógvari tíð teir ymsu sáttmálarnir fara við.
Hon vísir á sáttmálan hjá Tænastumonnunum sum eitt dømi um ein sáttmála, sum ikki tekur so langa tíð at gera, tí hann byggir á eina lóg heldur enn samráðingar, meðan sáttmálin við Starvsmannafelagið man vera tað, sum stendur í hinum borðinum
? Har brúka vit ótrúliga nógva tíð til samráðingar, og tí eru vit lítið tøk á skrivstovuni. Tað ger so eisini, at vit hava trupult við at røkja tær uppgávur, sum skulu gerast á skrivstovuni, sigur Durita Tausen.
Tá sáttmálasamráðingarnar við eitt nú Starvsmannafelagið byrjaðu, var nógv tosað um høvuðsavtalu, sum kortini ongantíð gjørdist veruleiki. Sum er hevur lønardeildin bara høvuðsavtalu við Læararnar og við Sjómans- og Maskinskúlalærararnar.
Men hevur tað ikki tikið ótrúliga nógva tíð, at fáa sáttmálarnar upp á pláss?
? Nei, tað haldi eg í grundini ikki. Eg haldi, at tað hevur tikið júst tað tíð, tað hevur skula tikið. Tað hevur heilt einfalt verið fysiskt ómøguligt at gera arbeiði skjóari, sigur Durita Taussen á lønardeidlini at enda