Einum rennur í hug plátuheitið hjá M. C. Restorff; "so ymisk og tó". At sameina Hanus Johansen og Aldubáruna nærkast einum hugskoti, ið bert eitt ljóst høvd kann fáa.
Solisturin og fólkasangarin Hanus, ið fegin tekur til sín yrkjarar, ið tora at erta góðborgaran, og setir løg til yrkingar teirra.
Aldubáran, sum er mannað av føroyskum yrkistónleikarum við klassiskari útbúgving. Hetta kann tykjast gott og rótfest og er tað kanska eisini, men umframt hevur Aldubáran tikið uppá seg at framføra nýggjari tónleik, ið ikki altíð minnir so nógv um góða gamla melodiska Mozart, og sum mangan fær skot fyri bógvin.
Í alt nýhugsan og dirvi innan tvey ymisk tónleikaøki, ið renna saman til frálíka eind.
Djarvt
Forvitnisligu konsertirnar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið og sunnukvøldið savnaðu eini 600 fólk, ið fagnaðu tiltakinum. Á skránni vóru yrkingar eftir Pól F. Joensen, Tummas N. Djurhuus, Sverra Djurhuus, Hans A. Djurhuus, Richard Long og Bernhard Brim.
Tónleikarar úr Aldubáruni hava sett løgini hjá Hanusi út fyri ljóðførini hjá bólkinum. Útsetingarnar eiga Kári Bæk, Ólavur Jacobsen, Stamen Stantchev, Edvard Nyholm Debess og Páll Sólstein.
Stuðlað tiltakið hava Mentunargrunnurin, Dansk-Færøsk Kulturfond og Norðurlandahúsið.
Áhugavert, forvitnisligt og djarvt tiltak, ið hevði uppiborið at komið í hvørja sjónvarpsstovu í Føroyum, hugsar ein um, at fólk uttanfyri Havnina hava kanska ikki sett seg føran at fara longu leiðina og kanska vóru eisini tey, ið ikki fingu atgongumerki.
Tað frættist tó, at Útvarpið gjørdi upptøkur og er tað at fegnast um, hvørt hesar enda við útgávu ella útvarpssending.
Á alduryggi
Hanus er trubadururin, ein tann besti vit eiga. Møguliga tann einasti. Við tulkingum sínum av yrkingum hjá Pól F, ið hann gav út á plátu fyri eini 10 árum síðani, vann hann sær sess á ovastu rók her heima. Var sera nógv frammi árini eftir hetta, hvarv so eitt bil, men hevur vitjað aftur. Hevur eisini ferðast nógv í útlondum hesa tíðina við guitara sínum, og betri umboð fyri føroyskan sang og tónleik finst neyvan.
Hóast Hanus hevur verið burtur av heimliga pallinum av og á hesi síðstu árini, fyri síðani at stinga høvdið uppundan av og á, sum reið hann á bylgjum, má hann sigast enn einaferð at vera komin uppá ein aldurygg, væl stuðlaður av Aldubáruni.