Áki Andreasen man hava ilt við at skilja vanligt mál

Lesarabræv hansara 22. september 1999 í Dimmalætting vísir tíðuliga at hann ikki skilir nakað av tí, ið ført er framm av tí eg geri viðmerkingar til í Sosialinum. Ella helst við vilja skilir hann einki, tá hann blandar sáttmálasamráðingar bæði fyri arbeiðarar, læknar og sjúkrasystrar uppí greinina.

Tað var als ikki ætlanin hjá fíggjarmálaráðharranum at nakrar lønarhækkingar skuldu verða, ið góvu meiri enn 2% í lønarhækking. Hygg eftir baðgreinum ella sjónvarpsupptøkum. Har sært tú, Áki Andreasen, boð fíggjamálaráðharrans uppá lønarhækkingar í hesum fullveldistíðum og eftir at hansara egnu partamenn høvdu fingið sær ein ríkiligan part í lønarhækking. Annars fari eg ikki at koma inn á heilsuverk, heimarøkt og pensiónir, tað havi eg svara Høgna Hoydal í Dimmalætting leygardagin 25. september 1999.

Tá Áki Andreasen sigur at vit ikki eru komin heilt burtur úr kreppuni enn, so skilji eg als ikki, hví henda skund at koppa ríkisfelagsskapin eftir so stuttari tíð.

Eg skal siga tað einaferð enn. Ongin við ábyrgd kann standa tigandi og hyggja at, meðan samfelagið verður koyrt út í eina kreppu afturat við arbeiðsloysi, lønarlækking og fráflyting, uttan tey, ið vita at tey eru so væl garderaði at tey sleppa undan ávirkanni av hesum og tað verða altíð nøkur.

Og tey, ið harðast vóru rakt av undanfarnu kreppu vóru nevnliga tey ófaklærdu. Áki Andreasen kann sjálvur koma eftir hvussu nógv tímalønt vórðu uppsøgd, t.d. hjá tí almenna tað tíðina, í mun til onnur. Hvørjum eg vendi bakið ella ikki, skal eg nok sjálv finna út av. Eisini skal eg nok finna út av, hvar eg standi politiskt, tað skal hvørki Áki Andreasen ella nakar annar blanda seg uppí.

Annars má eg nokk hava rakt seymin á høvdi, við mínum viðmerkingum, annars høvdu tit ikki leika so í.

Hvørjar skreytir flokkurin hjá Áka Andreasen hevur gjørt á politiska víðvøllinum, man ikki verða tað stóra, tá tað kemur til tað sosiala øki, og samhaldsfasti politikkurin hevur so ongantíð verið borgarligur politikkur. Tað er júst tann politikkur, ið verður førdur nú, fólkaflokkurin fær allan sín borgarligan politikk ígjøgnum, meðan tjóðveldispolitikkur snýr seg um fullveldi og onki annað. Í meðan ger fólkaflokkurin akkurát tað sum hann vil.

Tað er onki galið við, at vit skipa øll okkara egnu viðurskiftir á øllum økjum, men tað verður onki skipa við sosialum rættvísi við fólkaflokkinum á odda og eg fari so ongantíð at stuðal fólkaflokspolitikki, hvørki nú ella í framtíðini, tað er ikki til nakran bata fyri tað vanliga fólki.


Tórshavn, tann 27. september 1999

Ingeborg Vinther