Men so bar eg eyga við hesa orðing, sum enn meir skuldi prógva, at Indonesia brýtur allar reglur fyri altjóðasamstarvi:
?Indonesia sigur, at tað fer at kvetta allar almennar veitingar til Eysturtimor um so er, at hetta land gerst eitt sjálvstøðugt ríki.?
Við øðrum orðum, lond sum bera seg soleiðis at, gerast til útskot í altjóða samfelagnum.
Danmark er ikki eitt slíkt land, men tað er hin vegin ein fyrimynd fyri hvussu lond eiga at bera seg at í so máta.
Tað hevur Danmark víst, tá ið danir og íslendingar í 1918 samráddust um at gera Ísland til eitt fullvalda ríki. Tá søgdu danir, at tað skuldi ikki vera ein peningaligur vinningur fyri donsku fíggjarlógina at Ísland gjørdist sjálvstøðugt. Hin vegin hildu teir, at tað var lítið sømuligt, at Ísland sum eitt fullvalda ríki skuldi fáa pengar úr Danmark. Tí varð sett í sáttmálan, at tær veitingar, sum Danmark higartil hevði latið Ísland fingið, skuldu halda uppat, men at Danmark skuldi seta á stovn ein grunn, sum var so stórur, at árligu renturnar av honum svaraðu til tær veitingar, sum higartil høvdu staðið á donsku fíggjarlógini, markaðar til Ísland.
Nú skulu føroyingar fara undir samráðingar við Danmark um at Føroyar skal gerast eitt fullvalda ríki. Lítið er at ivast í, at Danmark fer at kýta seg av øllum alvi til tess at fyribyrgja at nakar kann sleingja eftir tí, at tað setir seg í sama bólk sum Indonesia. Øll orsøk er hin vegin til at halda, at Danmark í hesum føri fer at halda seg til ta fyrimynd, sum tað setti sær sjálvum og øðrum tjóðum við íslendsku loysnini í 1918. Tað er einki at ivast í, at orðini hjá forsætisráðharranum Nyrup Rasmussen um at Føroyar sjálvandi ongar veitingar skulu hava eftir at Føroyar eru vorðnar eitt sjálvstøðugt land, er á skilja á henda hátt.
Um so er, so skulu partarnir undir samráðingunum bert finna fram til, hvussu stórar tær veitingar eru, sum Danmark í løtuni hevur á fíggjarlóg síni Føroyum viðvíkandi. Hvør rentan er í løtuni duga teir at siga á børsini í Keypmannahavn. Tá hesi tølini er komin fram, er tað eitt einfalt roknistykki at áseta, hvussu stórur grunnurin skal vera.
Tá ber væl til hjá báðum pørtum at fáa í lag góða samvinnu í komandi tíðum.
Zakarias Wang










