Støðugu góðu úrslitini, sum Sogndal hevur havt síðani Julian Johnsson kom í felagið, og sum vóru serliga góð fyrstu dystirnar eftir at Kut Mørkøre var komin úr Klaksvík, hava ikki verið endurtikin tvey tey síðstu vikuskiftini, og nú er tað ikki nógv, sum bendir á, at Sogndal skal megna at enda á triðja plássinum, sum ber tveir dystir við sær um eitt pláss í bestu deildini.
Lyn vitjaði sunnudagin í Sogndal, teir vunnu 2?1, eftir at tað í steðginum hevði verið málleyst. Lyn kom beinanvegin í 2. hálvleiki á odda, og teir øktu til 2?0, áðrenn Sogndal fram móti dystarenda svaraði aftur. Nú eru hesi bæði liðini jøvn við 39 stigum, sum eru fýra færri enn Bryne, ið er á triðja plássinum.
Julian Johnsson og Kurt Mørkøre vóru við allar 90 minuttirnar, men hvørgin teirra gjørdi seg galdandi. Kurt Mørkøre fekk eitt gult kort, og í dømingini hjá Verdens Gang av avrikunum hjá einstøku spælarunum fær Julian Johnsson vánaligasta skoðsmálið av øllum spælarunum hjá Sogndal.
Tað eru tvey umfør eftir at spæla í næstbestu deildini í Noregi.