skorta ikki. - Eg vóni, at eg megni at gera eitt gott arbeiði fyri onnur og verða nakað fyri mína familju, og eg vóni eisini, at vit fáa eitt gott og vælsignað ár. Rósa sigur, at hon hugsar nógv um tey [...] rullupylsu, laksi og øðrum. Hon sigur, at í kvøld verður tað gás til døgurða við pannukøkum, ísi og róma omaná. Vit hava ein trý ára gamlan ommuson, og saman við honum fara vit at skjóta rakettir og hugna okkum [...] tey, sum hava mist - at hesi mugu fáa styrki at koma gjøgnum ta sváru sorg og tíð, sum tað hevur við sær at missa. - Eg ynski eisini, at vit í Føroyum kunnu taka hond um tey, sum hava eina serliga avbjóðing
fyritøkur, og vit hava gjørt nógv við at koma út um alt landið sum blað. Men tann allarstørsta uppgávan hevur verið at menna Sosialin frá at vera eitt meira og minni partapolitiskt blað til at vera eitt t [...] blaðdeyðin bæði heima og burturi hevur gjørt enda á óteljandi bløðum. Og so at tað nú eru so nógvir føroyingar, sum hvønn dag lesa Sosialin. Hvussu heldur tú, at tað gongst blaðnum at halda eina journalistiskt [...] journalistur, so mást tú hava eygu og oyru opin 24 tímar um døgnið. Tú skalt ikki altíð arbeiða, men tú mást vera til reiðar at lofta søgum. Tað hevur nógv at siga fyri eitt blað, at tú hevur slíkar journalistar
vøggustovu- og barnagarðsbørnum, eins og frítíðarskúli eisini er í Hvalvík. Bíðilisti er eingin og tað ger uttan iva, at ungfólk velja at búseta seg her, sigur borgarstjórin. Tí ein sannroynd er, at tá fólk [...] Tað sprettur og grør í Hvalvikar Kommunu. Fólkatalið er vaksandi. Bygt er og verður til bæði tann yngra og eldra endan. Og eisini til tey í miðjuni er nógv byggilendi klárt, og fleiri hús eru ávegis. Góð [...] num, sum hoyrir frítíðini til, so her sær út til at vera eitt liviligt stað. Og kortini verður Hvalvíkar Kommuna ikki at finna á kortinum um eitt gott hálvt ár. Fólk í Hvalvíkar Kommunu hava arbeiði, sigur
við upplestri og øðrum, og høvi hevur verið at smakka føroyskan mat. Alt hetta er gott, men vit mugu økja um tilboðini. Hugsast kann, at gjørdir verða fiskitúrar, har ferðamaðurin fær høvi at draga nakrar [...] Skipað eigur at vera fyri gongutúrum niðan á fjøllini og fyri túrum til bygdirnar kring Klaksvíkina. Tey ferðandi, sum koma til landa, hava sum fremsta mál at síggja náttúruna. Tað eiga vit at hava í huga [...] Kunningarstovu fer undirritaði, saman við hinum í nevndini og leiðara, at gera eitt miðvíst arbeiði á hesum øki. Kunningarstovan hevur ikki nógvan pening at arbeiða við. Men vit fara at royna kortini.
hesaferð. ? Tað vóru bara 12 atkvøður millum meg og tann fjórða býráðslimin hjá Fólkaflokkinum seinast, og tí er tað mest sannlíkt, at Fólkaflokkurin fer frá trimum og upp í fýra býráðslimir aftur, og at hinir [...] hevur verið sera gott, og tað hevur verið tosað um, at neyðugt ikki var við meiriluta og minniluta eftir hetta valið, men um eitt nú Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum kemur sterkur inn og fer eftir borgar [...] Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin verið í meiriluta saman, og tað er líkt til, at hesir flokkar kunnu halda fram við samstarvinum. Í øllum førum verður mett, at teir fara at fáa seks býráðslimir
eina hóttan, og boðaði frá, at tey, ið vóru ónøgd við lønartreytirnar, kundu fara og ikki koma aftur. - Vit hava fingið ringa viðferð og valdu tí at fara, sigur Niklas, og leggur afturat, at tað er óhugsandi [...] Samfelagsmenning og samfelagsgongd kemur ikki dalandi niður úr erva. Tað eru vit sjálvi, sum skulu skapa menningina, og tað eru vit sjálvi, sum skulu stýra gongdini. Hvat fer at henda? Og hvat er tað, sum menn [...] menn rokna við fer at henda, og hví hendir tað? Høvuðstrupulleikin er tann skeivleiki, sum fer at koma í ta pyramiduna, sum hevur við aldurssamansetingina at gera. Tað gerast alt fleiri pensjonistar, meðan
fyrireiking, umhugsni og til annað arbeiði enn tað, sum er saman við børnunum. - uttan at tað skal merkja, at færri námsfrøðingar og hjálparfólk eru hjá børnunum, tá hetta arbeiði fer fram. Fysisku umstøðurnar [...] vit kunnu og eiga at seta í verk á dagstovnaøkinum fyri at betra um trivnaðin hjá børnunum, námsfrøðingum og hjálparfólkum. Starvsfólkini á økinum, arbeiðsbólkar og onnur hava greitt væl og virðiliga frá [...] Fyrst og fremst mugu vit tí taka støðuna í álvara og bróta tøgnina, sum í alt ov stóran mun valdar um økið. Og so mugu vit handla. Hava vit veruliga ráð at lata vera? Meira tíð til børnini og tíð til
er ov stórur og at hann fer at sigla tómur. - Tað veit eg líka. Í kvøld er hann so rættiliga fullur av fólki, og tað vóni eg eisini fer at verða í framtíðini, sigur Jógvan. Selja oynna At suðuroyingar [...] nú fáa so gott samband sjóvegis fer eisini at krevja, at suðuroyingarnir sjálvir taka seg saman, soleiðis at teir hava nakað at bjóða teimum vitjandi. - Teir mugu simpelthen taka seg saman og selja oynna [...] Suðuroyggin er vøkur, friðarlig og deilig, og so eru suðuroyingar eisini serdeilis blíðir. - Teir hava nakað at vísa øðrum, og tað átti at kunnað fingið bæði føroyingar og útlendingar hendavegin, sigur Jógvan
burtur viðhvørt fyri at fylla teg við nýggjari orku? Viðhvørt er gott at steðga á, og viðhvørt er gott at síggja, hvussu onnur liva. Men hesaferð fór eg fyrst og fremst avstað fyri at fáa nakrar góðar dagar [...] myrkri, og eg kann væl verða ávirkaður positivt av myrku tíðini. Eins og summarið kann vera lívsjáttandi og dragandi, kann veturin vera hugnaligur og eggja til umhugsan innandura. Og eins og tær longu [...] dóttrini og góðum vinfólki. Vit grillaðu, vóru nógv á strondini og vitjaðu eisini Legoland. Veðrið var avbera gott. Gott er at ríða á bylgjum, men eg ásannaði so, at heldur truplari er at ríða á hitabylgju
okkum at trúgva eitt sindur meira upp á, at tað fer at bera til at finna eina breiða semju á tingi. Ein vansi í sendingini var, at sjónarmið Sambandsfloksins ikki vóru umboðað, tí tað kann ikki vera rætt [...] júst hetta, sum má vera endamálið - og tað er eisini uttan iva tað, allir flokkar vilja innast inni. Tí er at vóna, at flokkarnir megna at lata vera við at píska støðuna upp - sum vant - men heldur gera alt [...] vísti á, at fullveldi fyri Javnaðarflokkin ikki er nakað endamál í sjálvum sær, eins lítið og ríkisfelagsskapurin er tað - men at vit skulu finna út av, hvat er tað besta fyri land og fólk! Tað er júst