Smyril: - Hesin nýggi Smyril er at meta sum ein kollvelting fyri ferðasambandið til Suðuroyar.
- Og eg trúgvi eisini at rætt hevði verið at latið Smyril siglt ein túr um vikuma á enska meginlandið um summarið, sigur Jógvan Weihe.
Hann hevur gjøgnum árini siglt mangar túrar um Suðuroyarfjørð, og hevur í roynd og veru verið á fyrstu túrunum hjá trimum teimum seinastu Smyrlunum.
Og hann var sjálvandi við í gjárkvøldið, tá nýggi Smyril fór av Havnini á fyrsta sinni.
- Jú, tað er munur á skipum. Hetta er snøgt sagt ein kollvelting, sigur hann.
Fyrsti túrur
Áðrenn Jógvan Weihe byrjaði egna heilsølu arbeiddi hann sum sølumaður hjá Landshandlinum í Havn.
Hetta arbeiðið førdi hann fleiri ferðir til Suðuroyar, og soleiðis bar tað eisini til at hann var við, tá Dúgvan sigldi á fyrsta sinni í síni tíð, og tá gamli Smyril legði frá landi fyri 30 árum síðani.
- Onkur heldur, at hesin nýggjasti er ov stórur og at hann fer at sigla tómur.
- Tað veit eg líka. Í kvøld er hann so rættiliga fullur av fólki, og tað vóni eg eisini fer at verða í framtíðini, sigur Jógvan.
Selja oynna
At suðuroyingar nú fáa so gott samband sjóvegis fer eisini at krevja, at suðuroyingarnir sjálvir taka seg saman, soleiðis at teir hava nakað at bjóða teimum vitjandi.
- Teir mugu simpelthen taka seg saman og selja oynna sum ferðavinnumál. Suðuroyggin er vøkur, friðarlig og deilig, og so eru suðuroyingar eisini serdeilis blíðir.
- Teir hava nakað at vísa øðrum, og tað átti at kunnað fingið bæði føroyingar og útlendingar hendavegin, sigur Jógvan Weihe.
Hann veit um at nógv fólk í hansara eldri hava aldrin verið í oynni.
- Nú hava tey so ein fínan møguleika til tað. Hetta er eitt gott skip. Í kvøld livir tað eitt sindur í sjónum, hóast væl er av vindi. Men tað er einki at tosa um.
- Hetta er eitt gott skip, sigur hann.