Ferðavinnan

Seinnu árini hevur ferðavinnan ment seg nakað kring landið. Í Klaksvíkar kommunu hava vit tíverri sæð lítið til hesa menning.

Absalon Matras

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Klaksvík



Sum nevndarlimur í Norðoya Kunningarstovu fer undirritaði, saman við hinum í nevndini og leiðara, at gera eitt miðvíst arbeiði á hesum øki.

Kunningarstovan hevur ikki nógvan pening at arbeiða við. Men vit fara at royna kortini. Vit fáa kr. 84.000 árliga frá Ferðaráð Føroya. Afturat hesum vinnur Kunningarstovan eina minni upphædd við sølu.

Eg vóni, at nýggja býráðið fer at rætta okkum eina hjálpandi hond, soleiðis at vit skjótari fáa framgongd á hesum øki. Her hugsi eg um at fáa fyritreytirnar fyri hesi vinnu í lagið. Nevnast kann toylett viðurskifti, eitt stað har ferðafólk kunnu vaska klæði (møguliga myntvask), tjaldingarstað o.s.fr.

Í nøkur ár hava útferðir verið gjørdar við bátum undir fuglabjørgini norðanfyri. Eisini hava kvøldsetur verið við upplestri og øðrum, og høvi hevur verið at smakka føroyskan mat. Alt hetta er gott, men vit mugu økja um tilboðini.

Hugsast kann, at gjørdir verða fiskitúrar, har ferðamaðurin fær høvi at draga nakrar toskar. Skipað eigur at vera fyri gongutúrum niðan á fjøllini og fyri túrum til bygdirnar kring Klaksvíkina.

Tey ferðandi, sum koma til landa, hava sum fremsta mál at síggja náttúruna. Tað eiga vit at hava í huga.

Eg trúgvi, at um rætt verður farið fram, so kann ferðavinnan við tíðini geva eitt fitt íkast til ein part av vinnulívinum í kommununi. Her hugsi eg serliga um gistingarhús, matstøð, handlar og smábátar.

Um hetta skal eydnast, er neyðugt við tøttum samstarvi millum vinnulív, býráð og Kunningarstovu.

Hetta er eitt av teimum málum, eg fegin vil virka fyri.